Jóan Símun Edmundsson skiftir til danska Vejle BK. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá í morgun. Føroyski landsliðsspælarin hevur gjørt tvey ára sáttmála við liðið í næst bestu deildini, sum eisini telur Viljorm Davidsen.
- Jóan Símun kann spæla á øllum teimum fremstu plássunum. Hann kann spæla á vengrunum, sum framrættaður miðvallari og í álopinum, sigur Steen Thychosen, ítróttarstjóri hjá Vejle.
Vejle BK hevði fyrr í ár fíggjarligar trupulleikar, men nýggir íleggjarar hava fingið felagnum orku at knýta nýggjar spælarar til felagið.
Skiftið er treyta av, at Jóan Símun gjøgnumførur eina læknakanning. 23 ára gamla landsliðshetjan frá Athen byrjar at venja í Vejle 4. januar. Hetta merkir samstundis, at hann ikki verður partur av HB, sum hann spældi við seinnu hálvu av kappingarárinum í ár.