Jóan Símun til Íslands

Føroyski landsliðsspælarin hevur skift til KA Akureyri

KA Akureyri boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við Jóan Símun Edmundsson. 32 ára gamli landsliðsspælarin er uttan sáttmála, eftir at hava spælt við belgiska Beveren.

 

Toftamaðurin verður nú liðfelagið við Pætur Petersen, sum saman við KA Akureyri hevur vunnið seg víðari í UEFA Conference League, har teir nú við Jóan Símuni Edmundsson skulu møta Dundalk.

 

Yrkisleiðin hjá Jóan Símuni Edmundsson hevur nú fingið eitt nýtt íslett. Hann hevur spælt í Føroyum, Onglandi, Týsklandi, Norra, Danmark, Belgia og nú Íslandi.