Vejle, við Jóan Símuni Edmundsson og Viljormi Davidsen, fóru við steypinum í AL-Bank Cup innandurakappingini í dag.
Beint áðrenn jólaaftan gjørdist greitt, at evnaríki toftamaðurin, sum gjørdist tjóðarhetja, tá ið Føroyar sigraðu niðri í Grikkalandi, fór at skifta til danska Vejle Boldklub.
Fyrradagin stóð Jóan Símun kravdu læknakanningina, og longu í dag var hann millum leikararnar, sum vóru við innandurakapping í Brøndby.
Tað gjørdist eisini felagið úr næstbestu donsku deildini, ið fór við sigrinum í AL Bank Cup eftir brotssparksskapping móti favorittunum úr Hobro.
Vejle og Hobro hittust í bólkaspælinum fyrr á degnum, har Hobro vann 2-0, men Vejle megnaði at kveistra burtur mótstøðuna í endapælinum, tá teir gjørdu enda á Brøndby í hálvfinaluni.
Í finaluni argaðu menninir úr næstbestu deildini eisini Hobro. Eftir longda leiktíð oman á fyrstu átta minuttirnir, varð farið til longbrotsspørk.
Hóast Jóan Símun misnýtti fyrsta brotssparki hjá Vejle, so áttu teir munin tá samanum kom, og liðfelagin hjá Viljormi og Jóan Símuni, Andreas Albers, avgjørdi finaluna og tryggjaði føroyingunum heiðursmerki.