Jóan Símun vendir aftur til Akureyrar

Toftamaðurin verður at síggja í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

Mynd: KA Akureyri

Í 2023 spældi Jóan Símun Edmundsson saman við Pæturi J. Petersen við KA Akureyri í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Aftaná eitt ár við Shkupi í bestu norðurmakedonsku fótbóltsdeildini vendir 33 ára gamli toftamaðurin aftur til KA.

 

Týsdagin boðaði KA alment frá, at Jóan Símun aftur verður at síggja í felagnum.

 

Í 2023 vann KA seg í steypafinaluna, har teir taptu 1-3 fyri Gunnari Vatnhamar og liðfeløgunum í Víkingi Reykjavík í finaluni á Laugardalsvøllinum í Reykjavík.

 

Mynd: KA Akureyri