Joanna heldur stóran 30 ára føðingardag

Í sambandi við 30 ára dagin, bjóðar Joanna Jarnskor Poulsen øllum vælkomnum í Bygdahúsið á Strondum.

Hósdagin 13. november fyllir Joanna Jarnskor Poulsen á Strondum 30 ár.

 

Nógv verður gjørt burtur úr, og leygardagin 15. november bjóðar hon øllum vælkomnum í Bygdahúsið á Strondum at halda dagin saman við sær og familjuni.

 

Føðingardagurin í Bygdahúsinum byrjar klokkan 18, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Tað er við loyvi frá avvarðandi, at hesin lítli greinastubbi er skrivaður á in.fo.