Jóannes er aftur í KÍ

25 ára gamli vongverjin fer nú aftur at spæla við KÍ, eftir at hann higartil í ár hevur umboðað Næstved

Fyrrverandi lyklaspælari er aftur í KÍ. Klaksvíkar Ítróttarfelag boðar frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Jóannes K. Danielsen, ið higartil í ár hevur spælt við Næstved Boldklub, sum fyri stuttum flutti upp í næstbestu donsku deildina.

 

Jóannes K. Danielsen var fram til síðsta heyst vongverji í høgru og lyklaspælari í KÍ. Jóannes hevur í summar vant í KÍ, og nú hevur hann skrivað undir uppá, at hann verður KÍ spælari í hvussu so er fram til kappingarlok í 2024, veit nordlysid.fo at siga.

 

Freistin fyri at lata listan inn við nøvnum á spælarum, sum skulu luttaka í Champions League, er á midnátt í kvøld. Tí verður hann í KÍ ferðalagnum, sum sunnukvøldið fer til Bodø – um pappírsarbeiðið verður avgreitt í dag.

 

Jóannes K. Danielsen var einasti KÍ spælarin, sum í fjør var við í øllum 27 landskappingardystunum. Hann hevur sambært faroesoccer.com spælt 133 landskappingadystir fyri barndómsfelagið KÍ, 9 dystir í kappingini um løgmanssteypið, ein stórsteypadyst, 14 dystir í Europa, 9 dystir á A-landsliðnum og 5 U-21 landsdystir.