Jóannes hevur fingið landsliðsboð

HB vongverjin Heri H. Mohr hevur givið avboð, og so er KÍ vongverjin Jóannes K. Danielsen boðsendur

Fyrr í dag visti FSF heimasíðan at siga, at Daniel Johansen úr HB hevði givið avboð, og at Hannes Agnarsson var nýggjur á landsliðnum.

 

Nú veit FSF heimasíðan at siga, at HB vongverjin Heri Hjalt Mohr hevur givið avboð, og at boð eru send eftir KÍ vongverjanum Jóannesi K. Danielsen.

 

FSF skrivar soleiðis:

 

Enn eitt avboð er komið til A-landsdystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi, sum verða á Tórsvølli ávíkavist leygardagin 9. oktober og týsdagin 12. oktober.

 

Mikudagin boðaði Andreas Lava Olsen úr Víkingi frá, at hann ikki var tøkur til komandi dystir. Í hansara stað úttók landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, John Frederiksen, ið dagliga spælir fyri SKU Amstetten í Eysturríki.

 

Síðan varð Daniel Johansen úr HB noyddur at geva avboð vegna skaða, og fyri hann blivu boð send eftir Hannesi Agnarsson úr B36.

 

Og nú hevur ein HB’ari afturat, Heri Hjalt Mohr boðað frá, at eisini hann er darvaður av skaða, og at hann tískil ikki sær seg føran fyri at spæla landsdyst í næstum. Í hansara stað hevur Håkan Ericson sent boð eftir høgra bakkinum úr KÍ, Jóannesi Kalsø Danielsen.

 

Hópurin

Gunnar Nielsen, FH (Ísland)

Teitur Matras Gestsson, HB

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36

Odmar Færø, KÍ

Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)

Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)

Ári Mohr Jónsson, Sandnes ULF (Noreg)

Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)

Heini Vatnsdal, KÍ

Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ

Hørður Askham, HB

Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Tróndur Jensen, NSÍ

Hallur Hansson

René Shaki Joensen, HB

Petur Knudsen, Lyngby BK (Danmark)

Hannes Agnarsson, B36

Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (Belgia)

Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)

John Frederiksen, SKU Amstetten (Eysturríki)

 

Leygardagin 9. oktober spæla Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 12. oktober koma skotar á vitjan. Báðar dagar er avspark klokkan 19:45.