? Poul Nyrup Rasmussen hevur lovað mær, at tá vit hittast seinni í vikuni fara vit at tosa um tey málini, sum eg havi biðið um at fáa til umrøðu.
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Jóannes Eidesgaard gjørdi eftir fólkatingsvalið greitt, at hann fór at seta Poul Nyrup Rasmussen treytir, skuldi hann ikki fella stjórnina.
Málini, sum Jóannes Eidesgaard vil hava forsætisráðharran at tosa um, eru:
- bankamálið
- afturgjaldingin av skuldini til statskassan
- ynskið hjá Javnaðarflokkinum um sjálvstýrislóg.
Fólkatingið kemur saman til fyrsta fundin týsdagin ella mikudagin í næstu viku