Jobbe Pilgaard í Gallarí Havnará

Danski fjøllistamaðurin og Føroya vinurin  Jobbe Pilgaard hevur í hesum døgum firvaldar í búkinum, tí fríggjadagin verður fernisering av hansara framsýning Springtime in my Heart.

Ein framsýning við 25 verkum, ið øll ímynda hvør sín serstaka firvald. 

 

firvaldurin er sambært listamanninum boðberin um várið, og um várið í hjartanum. Óansæð, um hann er litfagur ella bleikur og slitin, so er hvørt verk serstakt, og lýsir firvaldinum sum vit kenna hann útstappaðan, settur í rammu handan glas og hangandi á einum hvítum veggi, uttan lív, og uttan gandadustið, ið hann hevur livandi. 

 

Framsýningin sigur søguna um, at okkara eftirkomarar møguliga ongantíð fara at uppliva eina løtu við vári í hjartanum, tá henda gandakenda vera sveimar framvið, ein løta við viðbreknum gandi, ein løta at droyma og ein løta at goyma.

 

Verkini vísa virðið í margfeldinum. 

 

##med2##

 

Gallarí Havnará heldur til á niðastu hædd søguligu húsunum har Tórs Cafeteria húsaðist. Millum plantasjuna og Sjónleikarhúsið og mitt áartutlinum er hetta lítla gallaríið ein lítil listarlig perla í Havnini. Fernisering er fríggjadagin 21. apríl kl. 15 og framsýningin er opin til og við 26. apríl.