Jobs – náðileysa flogvitið hjá Apple

Hann var ímyndin av merkivøruni Apple. Allur heimurin helt ondini, hvørja ferð hann trein pallin, at vísa fram sínar nýggju vørur. Vit kenna Mac, iPhone, iPod, iPad, osv, skrivar Business-line á heimasíðu síni.

Ein av heimsins mest virknu uppfinnarum er deyður. Steve Jobs bleiv 56 ára gamal. Bert fáar vikur eftir at hann fór frá sum ovasti stjóri hjá Apple, setti krabbameinsssjúkan sítt endaliga punktum hjá einum av størstu nýskaparum í heimssøguni.

Steve Jobs var leiðarin, ið hevjaði seg upp um allar leiðarar – ímyndin sum hópframleiðarin av merkivørum við allarbestu góðsku. Hann var einasti persónur í Apple fyritøkuni, sum pressan fekk loyvi at taka myndir av. Tá ímyndin av Apple er burtur, bíðja fólk við spenningi eftir, hvussu fyritøkan verður skipað í komandi tíðum.

Ódeyðilig útstráling

Steve Jobs stríddist í fleiri ár við álvarsligari sjúku, og var skurðviðgjørdur móti krabba í fleiri umførum, men vann fleiri ferðir heilsuna aftur.

Tey ið fylgja væl við gondini í Apple eru tó ikki í iva um, at Jobs hevur bygt upp eitt toymi av góðum fólkum, ið megna at reka fyritøkuna víðari um tað skuldi hent, at hann var noyddur at lata leiðsluna frá sær. Hesi fólk hava staðið við hansara lið tey seinastu 12 árini og tað snýr seg fyrst og fremst um 3 persónar á ovastu rók hjá Apple.

Ídnaðarsniðgevin Jonathan Ive hevur starvst í Apple í nærum 20 ár. Hann hevur verið so tætt knýttur at stovnaranum, at hann hevur fingið Apple-stílin ”inn í kroppin”.

Tim Cook hevur verið varastjóri í Apple og hevur nýliga sett seg í stjórastjólin. Hann er fullgreiður yvir, at her ræður náðileysur fullkomileiki og pláss er ikki fyri neyðsemjum.

Tann seinasti limurin í 3 mannabólkinum er Phil Shiller, sum hevur starvast hjá Apple í 17 ár. Hann hevur ábyrgdina av marknaðarføringini og skal góðkenna allar tøkniligar skipanir hjá stóra KT-risanum.

Á hædd við Rockefeller og Ford

Serfrøðingar meta, at hóast heimspekin hjá Steve Jobs dunar í veggunum hjá Apple, so verður tað sera ringt, fyri ikki at siga ógjørligt, at verða stovnaran av Apple fyriuttan, ikki minst sum søguligan handilsmann.

Avrikini hjá Steve Jobs standa einki aftan fyri ímyndum sum John D. Rockefeller og Henry Ford. Vit sóu, hvussu tað gekst Apple, tá hann í 1985 var trýstur út úr fyritøkuni. Tað gekk í eina tíð, men so fór at ganga niður á bakka.

Tá Jobs kom aftur til Apple í 1997 reið felagið á eggini at fara á húsagang og kappingarneytin Dell kom við uppskoti um, at Jobs skuldu avtaka felagið og geva peningin aftur til sínar partaeigarar.

Fólkini handan Apple eiga enn til góðar at vísa, at tey kunnu reka Apple víðari uttan Steve Jobs. Jobs var tann ómenniskjaligi perfektionisturin, ið tú illa kanst verða fyriuttan, men hansara fingramerki kunnu halda í minsta lagi eini 7-8 ár.

Í fjør fór Apple fram um Microsoft í marknaðarvirði og fyritøkan hevur heimsins størsta gjaldføri í hesi vinnugrein. Í 1997 hevði fyritøkan so stóra skuld, at torført var at fáa fígging. Í heila tikið er tað mesta í søguni hjá Apple, ið ikki kann greiðast frá, uttan at peika á Steve Jobs.