Demokratiska forsetavalevnið í USA, Joe Biden, lat í røðu í Wilington í Delawara sein í gjárkvøldið vera við at útnevna seg sjálvan sum vinnara av valinum, men segði, at hann fer at vinna.
– Vit hava onga endaliga fráboðan enn, segði Biden av pallinum.
– Men vit fara at vinna hesa kappingina, segði hann.
Joe Biden leggur afturat í sama viðfangi, at hann trýr uppá, at hann og varaforsetavalevnið Kamala Harris fara at vinna bæði í Georgia, Pennsylvania, Arizona og Nevada.
– Vit eru á veg til at fáa oman fyri 300 valmenn, segði hann.
Í røúni legði Joe Biden dent á, at hann er til reiðar at átaka sær stríðið ímóti koronuvirusinum og fyri at bjarga búyskapinum og at savna landið.
Hann sigur, at hann longu hevur havt fundið við serfrøðingar fyri at finna út av, hvussu hann skal handfara tær báðar kreppurnar, USA stendur fyri – koronukreppan og búskaparliga kreppan, sum farsóttin hevur havt við sær.
– Eg eri klárur frá fyrsta degi, segði hann.
Joe Biden hevur fyrr sagt, at hann kennir seg vísan í, at hann fer at vinna forsetavalið.
Enn hevur eingin amerikonsk sjónvarpsstøði útnevnt ein samlaðan vinnara, tá tað í fleiri statum er sera tætt millum Joe Biden og Donald Trum.
Joe Biden endurtekur áheitanina um, at allar atkvøður skulu teljast.
– Latið tilgongdina ganga sína gongd, segði hann av pallinum.
Við sær hevði hann Kamala Harris, sum tó einki segði.
Eftir eina stutta røðu segði Biden, at hann vónar at kunna tosa við amerikanarar aftur í morgin, og síðani fór hann av pallinum.
Spurningurin um, hvørs Joe Biden fór at útnevna seg sum vinnara av valinjm í røðu síni í Wilmington, gjørdst fyrr í gjár viðkomandi, eftir at Biden yvirhálaði Trump í uppteljingini í lyklastatinum Pennsylvania, har tað eru 20 valmenn at heinta.
Tíðliga í morgun okkara tíð stendur Biden til 49,6 prosent av atkvøðunum í statinum móti 49,2 til Trump. 99 prosent av atkvøðunum eru taldar sambært tíðindastovuni AP, og Biden liggur á odda við sløkum 30.000 atkvøðum.
Vinnur Biden Pennsylvania, fer hann í januar at verða innsettur sum næst forseti í USA.
Sambært forsøgnunum hjá AP er Joe Biden sera nær við at vinna valið, tá hann stendur til at hava tryggjað sær tilsamans 264 valmenn.
Fyri at gerast forseti skal eitt valevni vinna 270 valmenn. Donald Trump stendur sambært forsøgnunum hjá AP til 214 valmenn.
/ritzau/