Biden: Sterkasta verjusamgonga í okkara tíð

Amerikanski forsetin sigur seg síggja fram til at hitta finska forsetan, Sauli Niinistö og svenska forsætisráðharran, Magdalenu Andersson, í Washington hósdagin.

 

- Hetta verður sterkasta verjusamgonga í okkara tíð, sigur Joe Biden úr Hvitu Húsunum. 

Amerikanski forsetin, Joe Biden, sigur í dag, at hann stuðlar avgerðini hjá Finnlandi og Svøríki at søkja um limaskap í verjusamgonguni, Nato.

 

- Eg ynski Finnlandi og Svøríki hjartaliga vælkomnum, og eg stuðli heilhjartaður søguligu umsóknunum. 

 

Forsetin sigur, at hann gleðir seg til at arbeiða saman við kongressuni og sameindum í Nato við tí fyri eyga, at Finnland og Svøríki skjótt kunnu gerast limir.

 

- Hetta verður sterkasta verjusamgonga í okkara tíð, sigur Joe Biden úr Hvitu Húsunum. 

 

Joe Biden vísir á, at longu nú kann sigast, at Finnland og Svøríki hava eitt nært tilknýti til USA.

 

- Við at gerast limir í Nato verða hesi lond við til at styrkja okkara verju upp aftur meira, og hetta fer eisini at styrkja verjusamgonguna, sigur forsetin.

 

Meðan mett verður um umsóknirnar hjá Svøríki og Finnlandi, lovar Joe Biden, at USA fer at samstarva við Svøríki og Finnland.

 

- Vit fara at vera árvakin móti einari og hvørjari hóttan ella "aggresión" móti teirra felags tryggleika, sigur Joe Biden.

 

Amerikanski forsetin gleðir seg at hitta finska forsetan, Sauli Niinistö og svenska forsætisráðharran, Magdalenu Andersson í Washington hósdagin.

 

Tá verða umsóknirnar hjá Finnlandi og Svøríki um Nato-limaskap til umrøðu, og eins og spurningurin um evropeiskan tryggleika verður umrøddur.

 

 

 

 

 

- Hetta verður sterkasta verjusamgonga í okkara tíð, sigur Joe Biden úr Hvitu Húsunum.