Umboðsmaður hjá Joe Cocker hevur í dag váttað, at væl umtókti sangarin er deyður – 70 ára gamal.
Joe Cocker var ættaður úr Sheffield í Onglandi og hevði ígjøgnum sína meira enn 40 ára longu yrkisleið fleiri stór hitt – eitt nú You Can Leave Your Hat On, You Are So Beautiful og Up Where We Belong.
Joe Cocker var ein av sangarunum, sum var við til tiltikna Woodstock festivalin í 1969, og har framførdi hann eitt nú Beatles-sangin With A Little Help From My Friends, sum hann hevði tulkað og fingið gjøgnumbrot við árið fyri.
Sambært BBC hevur Joe Cocker verið sjúkur seinastu tíðina, men sagt verður ikki, hvør orsøkin er til deyða hansara.