Enski landsliðsmálverjin, Joe Hart, er heldur óvæntað rokin út á bonkin í Manchester City, har nýggi venjarin, Pep Guardiola, hevur Willy Caballero sum fyrsta val ímillum stengurnar.
Joe Hart hevur lítlan hug at sita á bonkinum, og í dag hevur FA givið honum loyvi at fara úr ensku landsliðsleguni, soleiðis at hann kann samráðast við eitt nýtt felag.
Sambært keldum hjá Sky Sports, so fer Joe Hart at skifta til Torino, sum í fjør endaði á 11. plássi í italsku Seriu A. Talan skal í fyrstu syftu vera um ein leigusáttmála.
Okkurt hevur verið um tosið, tí í kvøld váttar umboðsmaðurin hjá Joe Hart, Jonathan Barnett, at málverjin í morgin flýgur til Italia fyri at fáa avgreitt læknakanningina.
29 ára gamli Joe Hart hevur sáttmála við Manchester City fram til 30. juni 2019. Sambært Transfermarkt, so fer tað at kosta umleið 125 milliónir krónur at keypa hann leysan.