Tey bæði seinnu árini hevur Joe Lynn Turner verið eitt av nøvnunum á plakatini hjá Summar Festivalinum í Klaksvík.
Í fjør endaði hann Føroya-ferðina við einum unplugged-kvøldi á gamla Seglhúsloftinum, har hann spældi nøkur av kendu løgum sínum, umframt at hann eisini greiddi frá um lív sítt innan tónleikin.
Tiltakið fekk sera góða móttøku, og nú verður líknandi kvøld fyriskipað á Reinsarínum í Havn. Á heimasíðuni skrivar Reinsaríið, at Joe Lynn Turner her fer at spæla fleiri av klassikarunum frá drúgva tónleikalívi sínum, eins og áhoyararnir fáa høvi at seta spurningar, tá sangarin fer at hugleiða um tilveruna sum rock-tónleikari.
At hjálpa sær við framførsluni fær sangarin hjálp frá Eyðuni Nolsøe og Graham Stewart.