Joe Lynn Turner í Klaksvík í kvøld

Amerikanski rocksangarin hevur framførslu í Altantis

Joe Lynn Turner, sum í gjøgnum næstan fjøruti ár hevur verið rocksangari, er í løtuni á vitjan í Føroyum.

Joe Lynn Turner var á sinni sangari í rockbólkinum Rainbow. Hann var eitt stutt skifti sangari í Deep Purple, og hann hevur eisini sum solistur og í samstarvi við aðrar bólkar virkað á palli og í studio síðani 1970’ini.

Í gjárkvøldið hevðir Joe Lynn Turner unplugged konsert í Reinsarínum í Havn, og í kvøld kl. 20.00 fer hann á pallin í Atlantis í Klaksvík.