Joe Rogan er ein kendur vertur á YouTube og Spotify, og fyrradagin legði hann ein part út, har høvuðsevnið er grindadráp í Føroyum.
Hann fær vitjan av YouTube-vertinum Sonny Side, sum fyri kortum vitjaði í Føroyum fyri nettupp at royna tvøst og spik. Sonny er sera hugtikin av grindadrápinum, og nú roynir hann at fáa Joe Rogan at royna og lukta tvøst, sum hann hevur við sær í studioið.
Joe Rogan hevur ikki hoyrt um føroyska grindadrápið, men hann er ikki serliga imponeraður, hoyrist týðiliga.
– Oh my god, this is horrific (hetta er ræðuligt), sigur Joe Rogan millum annað, tá Sonny Side greiðir honum frá um grindadráp.
Hygg at samrøðuni millum Joe Rogan og Sonny Side her:
##med2##