Trælistamaðurin Joel Cole var fyri skakandi óhappi á verkstaði sínum fyri jól. Hann var í holt við at skera nøkur trø til, tá ið óhappið hendi.
– Eg bleiv kløkkur og sá beinanvegin, at tað var alvorligt. Mín fyrsta reaktión var, at eg varð illur. Eg varð illur, tí eg hevði gjørt ein feil, og eg hati feilir. Óhapp av hesum slagi henda, tí tú gert okkurt skeivt. Eg bannaði bæði á føroyskum og enskum, sigur Joel Cole við Sosialin.
– Eg trúði aldrin, at hetta kundi fara at henda mær, men tað hendi. Og eg fari at siga við øll, sum eg læri upp, at tey skulu ikki gera nakað líknandi. Ein vinmaður hjá mær í USA, sum eisini arbeiðir við træi, hevur keypt sær nýggja sag, sum heilt einfalt ikki kann skera hann í fingrnar, tí hon sløknar beinanvegin, um hon kemur í nánd av húð. Hann segði mær, at kann hatta fyri meg, so kann tað eisini henda fyri hann.
Longri grein um óhappið kann lesast í Sosialinum um vikuskiftið.