Jürgen Klopp, høvuðsvenjari hjá Liverpool er í holt við at seta síni egnu fingramerki á hópin hjá Liverpool. Ein hóp, sum Klopp sleppur at arbeiða við frá kappingarbyrjan hesaferð.
Eitt gott keyp, sum Klopp og Liverpool hava gjørt er sterki, kamerunski verjuspælarin hjá týska bundesligaliðnum, Schalke04, Joel Matip. Joel Matip hevur sáttmála við Schalke til endan av hesum kappingarárinum, og traðkar hann tí til í Liverpool komandi summar.
Joel Matip er føddur í Týsklandi, men hevur ættarbond til Kamerun, og hevur hann tí valt at spæla við kamerunska landsliðnum.
Joel Matip, sum er ein dugnaligur miðverji er 195 sentimetrar til hæddar, og er kendur fyri at vinna nógvar nærdystir. Hann verður sagdur at hava ein "reinan" spælistíl, og fær ikki nógv kort í einum kappingarári. Hann dugir eisini væl at lesa spælið av, og fangar ofta bóltar í álopsspælinum hjá mótstøðuliðunum.
Joel Matip hevur síðani 2009 spælt 178 dystir fyri Schalke04, har hann hevur skotið 17 mál. Fyri Kamerun hevur hann leikt 27 landsdystir, og har hevur hann skotið eitt mál.