Joen H. Andreassen 70 ár

   

Í dag, 9. oktober, fyllir Joen H. Andreassen í Havn 70 ár. Hann er betur kendur sum »dómarin« ella nú sum »umboðsmaðurin«.
Joen H. Andreassen er ættaður av Strondum, sonur Kristian og Fridu Andreassen. Pápin doyði í 1972 og mamman í 1941. Jógvan er giftur Elisabeth, sum er fysioterapoutur. Hon er dóttir Clement og Nicolinu Petersen. Hann tók studentsprógv í Havn í 1952 og løgfrøðiligt embætisprógv í 1958 og starvaðist eitt skifti sama árið hjá Føroya Landsstýri. Í ok-tober í 1958 fór hann í starv í Løgmálaráðnum í Keypmannahavn til hann í 1960 gjørdist dómarafulltrúi í Roskilde. Í 1964 gjørdist hann dómarafulltrúi í Havn, í 1969 rættarasessor og tann 1. desember í 1977 tók hann við sum sorinskrivari ? og frá 1994 sum fyrisitingarligur sorinskrivari.
Sum sorinskrivari hevði hann limaskap í ymsum nevndum, var m. a. formaður í Vanlukkutryggingarráðnum, Yvirfriðingarnevndini og Leigunevndini í Tórshavn.
Hann varð valdur til fyrsta løgtingsins umboðsmann, tá hetta embætið varð sett á stovn. Hann er valdur fyri tíðarskeiðið 1. januar 2001 til 31. desember í 2005.