Jørðin á Strondum skiftast av nýggjum

Nú er loksins klárt til endaumfarið av nýggju jarðarskipanini á Strondum

Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at skipa jarðarviðurskiftini á Strondum av nýggjum, men nú sæst á mál. Mikukvøldið verður útskiftingarfundur í bygdarhúsinum á Strondum, har fyribilsplanurin, sum er uppskot til nýggja skipan av jørðini, verður lagdur fram.

 

Umhvørvisstovan skrivar at innangarðsútskiftingin hevur verið eitt putlispæl av teimum heilt stóru, sum var torført at fáa at ganga upp. Talið av lutum verður minkað heilt munandi, og eigarar, sum áður áttu 10-tals lutir, spjaddar um bygdina, fáa eftir uppskotinum savnað jørðina í 1-3 lutir.

 

Fortreytirnar, planurin byggir á, eru í fyrsta lagi ynskini hjá eigarunum um, hvar jørðin skal vera. Fjøra, áir, vegir og bøgarður eru sjálv beinagrindin. Í sambandi við útskiftingar av hesum slag, hevur tað almenna serligar ognartøkuheimildir, at leggja av lendi til almenn endamál, vegir og annað. Ognartøkan fer fyri tað mesta av óbýttum, tað vil siga, at allir eigarar lata, og ognirnar minka lutfalsliga eftir ognartøkuni. Endurgjaldið minkar um kostnaðin av útskiftingini.

 

Tá fyribilsplanurin er framlagdur, fáa eigararnir eitt hóskandi skotbrá at gera viðmerkingar til hann. Útskiftingarnevndin tekur síðani samanum og ger eina endaliga útskiftingarætlan.

 

Tilfarið verður eftir fundin tøkt á kommunuskrivstovuni og á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.