Jørganska útleggingin av friðhalgaða ognarrættinum og hugtakinum plyndring

Jørgin sigur at vinstravongurin vil plyndra alivinnuna.

 

Jørgin eigur eini hús og ognir, sigur hann eisini, sum eru friðhalgaði av ognarrættinum.

 

Føroya Løgting hevur gjørt lóggávu, sum friðhalgar ognarrættin hjá Føroya fólki til tilfeingi í sjónum.

 

Lat okkum spæla at vit fara at tvangsútleiga kjallarin í húsinum hjá Jørgin, sum hann hevur ognarrættin yvir. Vit leiga út til ein serliga útvaldan vinnulívsmann – ein dugnaligur millum fleiri onnur dugnalig, men hesin skal fáa leigumálið fram um hesi – av tilvild ella tí vit ynskja júst at veita honum hendan vinnulívsfyrimunin. Vit eru ikki áhugaði í onnur fáa møguleika fyri at bjóða upp á leigumálið. Viðkomandi fær leigumálið til ein sera “góðan “ prís, sum fyri Jørgin merkir eina vánaliga forrætning. Næstan ógjørligar treytir áseta vit fyri at Jørgin yvirhøvur kann uppsiga leigumálið - skuldi hann av einhvørji merkiligari orsøk ynskt tað. Men Jørgin fær at vita, at veruliga virði av leigumálinum, vil eingin hava gott av at vita. Tú veit – øvundsjúka er ein ring sjúka.

 

Útvaldi leigarin kann brúka leigumálið ótálmað í 12 rullandi ár t.d. gera tvær leiguíbúðir, leiga fleiri kømur út, airbnb, leiga út til vinnuendamál og annars alt tað honum lystir fyri at fáa so góða forrentingin av leigumálinum sum tilber. Jørgin skal sum eigari bert góðtaka at fáa eina symbolska leigu, sum helst ikki má hækkast undir nøkrum umstøðum, tí tað vil forða forrætningini og leggja forðingar fyri virkseminum hjá serútvalda leigaran. Men Jørgin tú skal vita at tað er gott fyri tína heimbygd.  

 

Á sama hátt hevur Føroya fólk leiga rættin til tilfeingi í sjónum og rættin til at ala til útvaldar og dugnaligar fyritøkur og reiðarí – uttan útboð fram um onnur dugnalig og hugaði vinnulívsfólk. Men okkara kassameistarar – ein meiriluti á løgtingi og landsstýrisfólkini í fíggjar, fiski og alimálum ynski hvørki at áseta almenna marknaðarvirði av leigurættinum ella og ei nakra áseting av hvør rætta leiguupphædd av hesum virði skal vera.

 

Hvørki av hesum dømum er í lagi og eigur tí ikki at góðtakast– tosaði Jørgin um friðhalgaða plyndring og ognarrætt?

 

X við Tjóðveldi

 

Høgni í Stórstovu, valevni