Valið hesaferð er søguligt. Fyri fyrstu ferð nakrantíð ber til at velja Jørgen Niclasen og Fólkaflokkin frá. Vónandi fara mong at nýta hetta gylta høvið, so vit fáa álit, reiðligiheit og ábyrgd inn aftur í føroyskan politikk.
Tí Jørgen Niclasen eigur heimsmetið í ábyrgdarleysum búskaparpolitikki, og má undir ongum umstøðum sleppa framat einum pengakassa aftur. Landskassin svíðir, Landsbankin feyk og Samhaldsfastið mundið fokið. Maðurin er snøgt sagt farligur fyri Føroyar.
Tí hann blívir við og við at pástanda, at fíggjarlógin fer at geva avlop um eina lítla løtu. Men tað er bluff!
Hinvegin vísa feskastu tølini, at hallið verður STØRRI í ár enn í fjør!
Fyrru helvt av 2015 hevur landskassin eitt hall upp á 236 mió. kr. - umframt forskattingina á einar 300 mió. kr, sum fíggjarlógin nú er sminkað við triðja árið á rað - ella tilsamans 900 mió. kr. í smikursøtari sminku!
Í SØGULIGA góðum tíðum, við metlágum rentustøði og oljuprísi, við søguliga høgum inntøkum frá alivinnuni og uppisjóvarvinnuni. Tað má vera heimsmet í ábyrgdarloysi!
Og so sigur hann, at teir vilja fíggja ein sonevndan skattalætta til lág- og miðallønt við einum triðingi av AVLOPINPINUM! Ein triðingur av einum nulli? Tað verður ein soltin skattalætti!
Vilt tú hava meira av sama politikki, sum hevur verið førdur hesi síðstu árini, ella vilt tú broyting?
Vælsignaði veljari.
Føroyar hava brúk fyri einum drúgvum time-out frá Fólkaflokkinum.
Vel Fólkaflokkin frá!
Vel álit og ábyrgd.
Vel Javnaðarflokkin.
Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin