Jørgen Niclasen feldi sterka føroyska ølið

Onkur kann kalla tað lagnunnar speisemi, at tað júst var formaður Fólkafloksins, sum var beinleiðis orsøkin til, almennur stovnur skal selja vøru hjá privatum føroyskum bryggjaríum

Tað var formaður Jørgen Niclasen, sum var beinleiðis orsøkin til, at Føroyar Bjór og Okkara kortini ikki sluppu at selja sterkara ølið frá sølustøðum sínum.

 

Á tingfundi mánadagin samtykti Løgtingið við aðru viðgerð uppskotið hjá Magna Laksafoss um at loyva føroysku bryggjaríunum eisini at selja sterkara ølið. Tað er soleiðis, at bryggjaríini bert hava loyvi at selja øl við veðr- og gullstyrki í egnum sølubúðum. Tá rúsdrekkalógin herfyri varð broytt soleiðis, at føroysk bryggjarí sluppu at bryggja øl sterari enn 5,8 prosent, tá varð ásett í lógini, at bara Rúsan skuldi sleppa at selja sterkara ølið.

 

Hóast øll tingfólk eru skrivað fyri at hava verið á tingfundinum, sum var mánadagin, so vóru bara 21 teirra til arbeiðis í tingsalinum, tá atkvøtt varð um uppskotið. Av teimum 21 atkvøddu 12 fyri at uppskotinum hjá Magna Laksafoss um at loyva bryggjaríunum eisini at selja sterkara ølið. 9 atkvøddu ímóti.

 

Tá bæði Magni Laksafoss og løgmaður boðaðu frá, at tað var ein avtala millum Magna Laksafoss og samgonguna at geva bryggjaríunum hetta søluloyvi, so tyktist tað at vera ein avgreiðsluspurningur, tá Løgtingið í gjár skuldi atkvøða um málið til triðju viðgerð. Men tað var tað ikki. Tí tá fall málið.

 

Á tingfundinum í gjár vóru 31 tingfólk í tingsalinum, tá atkvøtt varð. 10 fleiri enn mánadagin. Til aðru viðgerð hevði Henrik Old úr samgonguni atkvøtt ímóti. Tað gjørdi hann eisini í gjár. Og tað gjørdi Kristin Michelsen eisini. Hann var ikki á tingfundi, tá atkvøtt var mánadagin.

 

Onnur, sum atkvøddu nei til 3. viðgerð, men sum ikki vóru á tingfundi mánadagin, vóru Jógvan á Lakjuni, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Joen Magnus Rasmussen, Jacob Vestergaard, Jenis av Rana og Bjørn Kalsø.

 

Jørgen Niclasen var ikki á fundi mánadagin, tí hann var í farloyvi. Í hansara stað í Løgtinginum var Janus Rein. Hann atkvøddi fyri. Men nú Jørgen Niclasen hevði tikið sætið aftur, so flutti hendan atkvøðan hjá Fólkaflokkinum frá ja-síðuni til nei-síðuna. Málið fall við einari atkvøðu. 15 fyri og 16 ímóti.

 

Um Janus Rein framvegis hevði havt sæti á tingi, so hevði úrslitið verið tað øvugta, 16 fyri og 15 ímóti.

 

Onkur kann kalla tað lagnunnar speisemi, at tað júst var formaður Fólkafloksins, sum var beinleiðis orsøkin til, at privatu bryggjaríini ikki sleppa at selja alla sína vøru – og harvið fáa størri vinning. Tað verður framvegis almenna Rúsdrekkasøla Landsins, sum skal selja sterkara ølið hjá privatu føroysku bryggjaríunum.

 

Umframt vinning til almennu Rúsdrekkasølu Landsins, so skal sølan av sterkara føroyska ølinum eisini geva eyka avkast í almenna landskassan.