– Løgmaður vil ikki enda samstarvið, og tað vil eg heldur ikki, sigur Jørgen Niclasen, sum væntar at hann og løgmaður kunnu tosa seg til rættis at loysa kreppuna.
Fyri Jørgen Niclasen er tað ikki ein spurningur, um ávís samgongufólk hava álit á hansara trúvirði. Tað kom fram, tá útvarpið hjá Kringvaprinum hitta hann á gamla Apoteki, har Fólkaflokkurin hevur havt fund í dag.
– Í politikki hevur tú ikki trupulleikar. Tú hevur avbjóðingar, segði Jørgen Niclasen.
– Vit hava havt fund í ting- og landsstýrismanning Fólkafloksins, og har havi eg fullan uppbakning. Men vit hava eitt ávíst misljóð í samgonguni, og tað er ein avbjóðing, sum eg og løgmaður mugu finna eina loysn uppá, segði Jørgen Niclasen.
Jørgen Niclasen heldur ikki trupulleikan vera so stóran, at tríggir samgongumenn atkvøddu fyri misálitisuppskotinum frá andstøðuni. Hann vísti á, at uppskotið fall, og at tað plagar at verða tulkað sum ein álitisváttan.
– Jenis av Rana atkvøður ímóti samgonguni í heilum, so honum rokni eg ikki við, segði hann og vísti á, at Helgi Abrahamsen og Reimund Langgaard hava sagt, at tað er ov nógv órógv, og tað heldur Jørgen Niclasen vera eina avbjóðing, sum Fólkaflokkurin saman við Sambandsflokkinum má finna eina loysn uppá næstu tvær vikurnar.
At fólk hoppa frá viðhvørt helt Jørgen Niclasen ikki hava so stóran týdning.
– Nú haldi eg, at vit skulu sláa kalt vatn í blóðið. Løgmaður vil hyggja frameftir og finna loysnir. Tað verður tí uppgávan hjá okkum at finna útav, hvussu vit loysa hesar avbjóðingarnar. Er vilji, so er eisini ein loysn, segði Jørgen Niclasen við útvarpið.
Spurdur av Kringvarpinum, um hann fer at leggja frá sær segði hann, at tað var ein spurningur í síðstu viku, sum hann ikki vildi kommentera uppá.
– Eg havi fullan uppbakning í mínum flokki, og vit hava eina avbjóðing, segði hann.
– Løgmaður vil ikki enda samstarvið, og tað vil eg heldur ikki, segði Jørgen Niclasen, sum eftir øllum at døma ikki fer at leggja frá sær.