Turriklæðið er bundið væl um hálsin, brillurnar sita niðanfyri eina høga pannu, og innanfyri tann svarta leðurjakkan er hann ílætin eina troyggju, sum hitar væl í kuldanum í Keypmannahavn.
Jørgin Dahl er stavnamaðurin í føroyskum rocktónleiki, og hann ber lættliga tey 43 árini, hann hevur baki, tá hann kemur leiðandi við súkkluni hjá sær eftir Strøgnum.
Á Gråbrødretorv steðga vit á. Hugnaliga torvið liggur tómt og kalt hendan leygardagin í mars, men um summarið er lív í, og tá verða kaffistovurnar tveittar út um og lokka bæði Keypmannahavnarar og summargestir.
Og tað var júst á hásumri fyri 20 árum síðani, at ein mynd varð tikin av einum føroyskum rockbólki her. Tann myndin kom at prýða baksíðuna av fyrstu veruligu føroysku rockplátuni, Veðraplátuni hjá Straight Ahead.
1978 var árið, og hol varð sett á rocktónleik á teimum 18 oyggjunum í Norðuratlantshavi, skrivaður og innspældur av føroyingum sjálvum. 20 ár seinni verður sagt, at føroyskur rocktónleikur er betri enn nakrantíð, men føroyskir rockbólkar, anno 1998, skulu tíðliga upp um morgunin, skulu teir standa mát við tað støðið, sum Straight Ahead legði longu í 70?unum.
Straight Ahead brakaði ígjøgnum føroyska rockljóðmúrin, teir fingu undirtøku, sum eingin annar bólkur kundi reypa sær av, og tá teir høvdu sett krúnuna á verkið við LP-plátuni frá 1978, løgdu teir árarnar inn, framvegis á toppinum og betri umtóktir enn nakrantíð.
Straight Ahead vóru fullkomiliga erligir, og søgdu seg ikki verða annað, enn teir vóru. Teir skrivaðu sjálvir tónleik, og spældu hann við slíkum eldhuga, at sjálvt í dag eru tónarnir javnan at hoyra. Og tann sermerkta Veðraplátan hevur eisini langt síðani fingið kultstatus millum føroyskar tónleikarar.
Hugsaðu ikki um
at vera slóðbrótandi
Stóru og kendu kaffistovurnar á Strøgnum eru fullar av fólki, og trupult er at finna ein friðarligan krók at práta í. Ikki fyrr enn vit finna fram til eina lítla kaffistovu á eini síðugøtu frá Strøgnum ? Café Kys ? ber til. Á hesi kaffistovuni standa smáu borðini tóm og stara út í ljósu hølini. Á borðinum standa stearinljósini við tí næstan vónleysu uppgávuni at spreiða hugna á alljósum degi.
Jørgin Dahl ballar sær eina sigarett, meðan hann tosar um fyrstu føroysku rockplátuna. Plátan, sum eftirtíðin ongantíð gloymdi. Veðraplátan.
? Veðraplátan var hæddarpunktið hjá Straight Ahead. Vit vóru eitt stórt, stórt navn, tá hon kom út. Eg havi verið við í bæði Hjarnar og Straight Ahead, og Hjarnar vóru sera populerir, men vit vóru enn meiri populerir.
? Tá hugsaðu vit ikki so nógv um, at vit vóru slóðbrótandi, men nú aftaná dugi eg at síggja, at tað vóru vit. Vit spældu fyrst og fremst okkara egna tónleik, sjálvandi høvdu vit onkur góð coverløg við eisini, men vit løgdu dent á at gera og spæla okkara egna rocktónleik, og tað var tað eingin annar føroyskur bólkur sum gjørdi tá í tíðini, sigur hann og fær tað at ljóða, sum Straight Ahead hoyrir eini fjarðari fortíð til.
? Vit kunnu tosa um rock og okkara máta at spæla uppá, men tað sum hevur størstan týdning, er sjálvur sangurin. Hevur tú ikki ein góðan sang, so er alt hitt til einkis. Og um onkur pástendur at okkara tónleikur framvegis verður spældur í dag, so er tað tí, at vit vóru erligir og spældu tað slagið av tónleiki, sum vit dámdu, men fyrst og fremst tí vit høvdu nakrar góðar sangir.
Jørgin Dahl hevur sitið við sigarettini í hondini eina løtu, setur hann umsíðir í munnin og festir sær í. Tubaksroykurin flýtur út í høli, og hann andar djúpt inn av sigarettini.
Fyrstu ferð sum 15-ára gamal
Jørgen Dahl vaks upp í Klaksvík í 60?unum, og tónleikurin var altíð nakað heilt serligt hjá honum. Sum seks ára gamal byrjaði hann av fyrstan tíð at spæla klaver, og hann lærdi seg sjálvur at spæla. Hann var við í fleiri kjallarabólkum, og útgerðin var ikki altíð tann mest framkomna, at byrja við gjarna blikktrummur, mjólkaspannir og ein einstakur kassagittar. Men tað var nóg got til at taka 10 oyru fyri at loyva fólki inn til konsert.
Seinni gjørdust ljóðførini elektrisk og útikonsertir í havanum hjá ommu hansara komu eisini á skránna. Tá var hann blivin 12-ára gamal, gekk framvegis í skúla, og minnist aftur á tíðina sum nakað heilt serligt.
? Tað var ein deilig tíð. Uppvøksturin, skúlin og lærlingatíðin var tann besta tíðin í mínum lívi, staðfestir hann uttan at blunka.
Sum 15-ára gamal spældi hann fyrstu ferð alment. Tað hendi i nú umbygda Atlantis Bio í Klaksvík. Hann spældi saman við millum annað gekkavertinum Rudolfi Joensen í bólkinum Artic Fox, og var longu tá byrjaður at skriva tónleik sjálvur. Og umframt sangir hjá Deep Purple, Sweet og øðrum útlendskum bólkum, spældi Artic Fox eisini tónleik hjá tí blaðunga orgulspælaranum.
Fyrst í 70?unum kom Jørgin Dahl í samband við nakrar av tónleikarunum, sum komu at manna Straight Ahead, Archie Black, Hera Ellingsgaard og Edvard Ziska. Teir spældu til dans í Klaksvík og aðrastaðni í landinum, og í 1974 kom fyrsta singleplátan hjá teimum út. Á plátuni vóru Komið øll við og Upp á gólv. Tvey ár seinni kom Me and Virginia, og í 1977 EP?in við Mín góða, Tú veitst, Sweet Marie og Allright.
Upptøkurnar gingu
við rúkandi ferð
Í 1978 løgdu Straight Ahead upp til tað heilt stóra, tá teir fóru undir fyrireikingarnar til eina heila LP-plátu.
? Vit vandu í fleiri mánaðir, áðrenn vit fóru í gongd við upptøkurnar. Vit fóru til Danmarkar at taka upp, tí vit fingu eitt gott studio fyri ein rímuligan prís. Tá var eitt studio í Føroyum, men vit valdu eitt danskt studio við betri útgerð, tí okkara tónleikur kravdi nógv av studionum, greiður Jørgin Dahl frá.
Stutt áðrenn teir fýra í Straight Ahead ? Jørgin Dahl, Edvard Ziska, Archie Black og Hans Carl Hansen ? fóru við gamla DFDS ferðamannaskipinum Winston Churchill til Danmarkar, høvdu teir eina buldrandi succes í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har teir savnaðu 2000 fólk til eina rimmar konsert. Við hesi staðfesting av, at teir vóru nógv tann best umtókti bólkurin í Føroyum, í skjáttuni, arbeiddu teir í eina góða viku, frá morgni til myrkurs, í upptøkuhølum á Gammel Kongevej í Keypmannahavn.
? Vit høvdu nógv tilfar at velja ímillum, men valdu tað sum vit hildu verða best, og sum passaði best til okkara konsept.
Upptøkurnar í Keypmannahavn gingu við rúkandi ferð, og tað var neyðugt. Tíðin var ikki ov long til innspælingarnar, og tað gjørdi eisini, at tíð var ikki til at eksperimentera. Ætlanin var at brúka saxofon á tveimum av sagnunum og gittarmandolin á Chicken Dance, men tað gjørdist til einki. Plátan var ljóðblandað eftir fáum tímum ein seinnapart, og tosið hjá bólkinum um at fara heim og leggja sjógv millum seg og innspælingarnar áðrenn ljóðblandingina, gjørdist ikki til meira enn prát.
Millum jóla og nýggjárs í 1978 kom Veðraplátan út, og hon var eitt stórt hit. Og tann í dag gongur prátið heldur um at geva LP?ina út á fløgu, enn at tveita gomlu vinylpláturnar burtur.
? Eg havi einaferð lufta hugskotinum fyri Tutl um at geva alt okkara tilfar út á fløgu, LP?ina, EP?ina og báðar singlepláturnar, men í løtuni veit eg ikki um nakra ítøkiliga ætlan, sigur Jørgin Dahl.
Tað var LM-handilin, sum gav Veðraplátuna út. Tað kostaði 100.000 krónur at gera plátuna, og LM-handilin og Straight Ahead stóðu fyri hvør sínari helvt av útreiðslunum.
Gjarna saman við
Straight Ahead aftur
Stutt eftir at Veðraplátan var komin út gavst Straight Ahead at spæla.
Ymiskir innanhýsistrupulleikar gjørdu, at punktum varð sett fyri fyrsta veruliga rockbólkinum í Føroyum.
Og punktumið kom at standa fyri alla tíð.
Við einum undantaki.
Í 1990 vóru Straight Ahead við á tiltiknu 70?ara konsertini, sum var í KÍ-høllini í Klaksvík. 1600 fólk lurtaðu eftir Straight Ahead, Hjarnar og øðrum bólkum frá 70?unum.
? Tað var eitt stuttligt upplivilsi. Sjálvt um vit í Straight Ahead ikki høvdu spælt saman í 12 ár, mintist eg øll løgini hjá okkum aftur beinanvegin. Vit vandu í ein tíma, og so koyrdi tað bara. Tað var ein velduga góð konsert, tey ungu vóru púra vill.
Jørgin Dahl avvísir ikki møguleikanum fyri, at spæla saman við Straight Ahead aftur.
? Sjálvt um vit seinast blivu samdir um, at vit ikki tímdu meira, so hevði eg verið klárur til at spælt aftur, um tað var okkurt serligt tiltak. Um tað var í samband við 20-ára dagin fyri Veðraplátuni ella onkran serligan dag heima í Klaksvík, so stilli eg upp til eina og hvørja tíð.
Tað størsta hittið kom seinni
Eftir tíðina í Straight Ahead var Jørgin Dahl við í Hjarnar og tíðliga í 80?unum var hann eisini við í bólkinum Trast.
Í Hjarnar fekk Jørgin Dahl aftur fatur á rætta endanum. Hann skrivaði Breaking my Heart, sum ivaleyst er kendasti sangur, hann hevur gjørt. Sangurin kom út á eini single í 1981, og tvey ár seinni kom LP?in We come for you, har Jørgin Dahl hevði ein sentralan leiklut.
Nakað eftir at LP-plátan hjá Hjarnum kom út, gavst Jørgin Dahl í bólkinum.
? Eg og Graham Stuart (bretski gittarspælarin í bólkinum, blðm.) søgdu, at um vit ikki gjørdu nakað meiri seriøst við tað í Hjarnar, máttu vit hugsa longur fram. Eg fór so til Danmarkar og Graham fór til Skotlands.
Síðani 1985 hevur Jørgin Dahl búð í Keypmannahavn, hann hevur arbeitt við tónleiki í ymsum samanhangum, og í løtuni arbeiðir hann í studio saman við tveimum kenningum hjá sær, Carsten Voldsing og Lars Kristensen, sum hann áður hevur spælt fleiri ferðir saman við.
? Vit komponera og produsera løg til eina demo. Tað er symfoniskur rockur, sum tað tekur drúgva tíð at gera. Vit byrjaðu í januar við at arbeiða við trimum løgum og nú eru vit í holt við at ljóðblandað tey. Tað er bara ikki so einfalt sum at innspæla Barbie Girl ella hvat tað eitur.
Versonur Jørgin Dahl eitur Jonathan Mover, og hann telist millum teir frægu trummusláarnar í heiminum. Hann hevur spælt saman við Joe Satriani, The Who, Marillion og Alice Cooper, og hann skal hjálpa Jørgin Dahl í samband við onkran tónleikaframleiðara, sum vil gera nakað við hansara tónleik.
Droymir framvegis
um gjøgnumbrot
Jørgin Dahl hevur gjørt tónleik í meira enn 25 ár, men gjøgnumbrot uttanfyri føroysku landoddarnar hevur hann ikki fingið. Men tað er framvegis nakað, sum hann droymir um.
? Eg havi framvegis mót uppá tað, tí eg veit, at tann tónleikurin sum eg geri, er líka góður sum tað sum er frammi. Men tað vísur seg bara, at í okkara tíð við burger-kulturi og tekno-kulturi, er tað lættari at fáa gjøgnumbrot um tú ert plattur, enn um tú ert seriøsur. Men eg ætli mær at halda fast um mína filosofi um, at um tú ert erligur og tónleikurin kemur frá hjartanum, so skal tað nokk eydnast, sigur hann.
? Hjá mær snýr tað seg ikki um at blíva ein verðinsstjørna, men um at hava eitt arbeiði, sum eg eri glaður fyri, og sum eg kann gleða meg til, hvørja ferð eg fari upp um morgunin. Mær dámar framvegis væl at arbeiða sum hondverkari, men at arbeiða við tónleiki er enn betri, tí har hendir altíð okkurt nýtt ? tað er ongantíð tað sama, sum tú gerst.
Fyri tveimum árum síðani var Jørgin Dahl annars nær við at fáa gjøgnumbrot, eftir at hann hevði havt fund við stjóran í Mega Records í Keypmannahavn. Stjórin var so hugtikin av tónleikinum hjá Jørgini, at hann royndi at finna honum ein sangara, sum kundi tryggja eina útgávu.
Fyrst royndi hann at fáa fyrrverandi sangaran í norska poppbólkinum Aha at syngja tilfarið hjá Jørgini, men Morten Harket var bundin at einum sáttmála við annað plátufelag í sjey ár fram. Síðani royndi hann at fáa fatur á sangaran í Manfred Mann, Chris Thompson, men heldur ikki tað lat seg gera, og eftir eina tíð, har einki hendi, datt ætlanin um eina útgávu niðurfyri.
Flytir ikki heimaftur til Føroya
Jørgin Dahl hevur ongar ætlanir um at flyta heimaftur til Føroya eftir 13 ár í Danmark, men hann vil gjarna oftari heim at vitja.
? Eg var heima í Klaksvík í fjør, og tað var fyrstu ferð í fimm ár at eg var heima. Tað gongur ikki, og framyvir vóni eg at kunna fara heim á hvørjum ári. Eg sakni Føroyar nógv, serliga fjøllini og ta frísku luftina, men tað kemur neyvan uppá tal at flyta heimaftur, sigur hann.
? Klaksvík eigur eitt serliga pláss í mínum hjarta, men eg má siga, at tað keðiliga við Klaksvík er, at hon er blivin alt ov friðarlig. Tá eg var ungur var nógv meiri lív í, nógv meira tónleikur, men tað hongur kanska saman við, at tá var Klaksvík ein miðdepil, og nógvir útlendskir trolarar komu inn á Klaksvík. Men vit kunnu bara vóna, at tað kemur meira lív í har aftur.
Jørgin Dahl tekur sær góða tíð at tosa um tónleik, uppvøkstur og longsul heim til Føroya, sjálvt um eini upptøkuhøli á Amager bíða eftir honum. Tað er har, at hann og vinmenn í løtuni eru í ferð við at ljóðblanda trý løg, sum teir hava gjørt til eina demo.
Jørgin Dahl hevur avrikað nógv í føroyskum tónleiki, og fleiri ferðir hevur hann verið nær við at fáa gjøgnumbrot aðrastaðni eisini. Hann brennir framvegis fyri rocktónleikinum, og hann hevur sum 43 ára gamal ikki givið upp.
Og hvør veit, kanska bíðar enn ein stórtíð eftir tí erliga komponistinum úr Klaksvík.
Kanska.