Joey Moe til Klaksvíkar

Fríggjakvøldið 5.mars verður Klaksvíkin karmur um eitt tónleikaligt fyribrigdi.

Kendi danski sangarin Joey Moe, sum í løtuni er fløguaktuellur, syngur á palli

í Club 700 í Klaksvík hetta kvøldið.

Joey Moe er mest kendur frá løgunum ?Yo Yo? og ?Jorden er giftig? og er hann

óivað ein favorittur ímillum flestu gentur og dreingir við.

Fyrireikarirnir hava lovað eitt surprise eisini, og lagt verður upp til eitt gott,

hugnaligt og vilt kvøld. Eisini verður diskotek, har diskarin DJ-X verður handan pultin, verður sagt í tíðindaskrivi.

Atgongumerki eru at fáa inni á www.ebillett.fo og við dyrnar.