info
Ongi úrslit

Jógvan K. Glerfoss er ítróttafyrimyndin 2022

Jógvan Kristiansson Glerfoss er ítróttafyrimyndin 2022

Tróndur Arge
4. februar 2023 kl. 21:11

Jógvan Kristiansson Glerfoss bleiv í kvøld valdur til ítróttafyrimyndin 2022 á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum er í Norðurlandahúsinum í kvøld. Hann var bæði rørdur og takksamur fyri heiðurin.

Her er brot úr samrøðu við 3-2, tá hann bleiv uppstillaður:

Jógvan K. Glerfoss hevur síðstu 15 árini lagt alla orku í bæði breiddar- og úrvalsíðkarar í Bragdinum.

- Tað eru tey ungu, sum áttu at fingið heiðurin, sigur Jógvan sjálvur

Tað er ikki óvanligt - minni enn so - og ungu íðkararnir í Bragdinum lata seg heldur ikki forða. Tað sleppa teir heldur ikki, tá venjarin eitur Jógvan Kristiansson Glerfoss.

 - Hann er ikki beinleiðis strangur, men hann er øgiliga avgjørdur, tá tað kemur til venjing, sigur Arina Ludvig beinrakið.

 - Tú skalt fylgja væl við, og tú skalt gera tað, sum verður sagt.

Orkan kemur frá teimum ungu

Jógvan Kristiansson Glerfoss byrjaði at íðka frælsan ítrótt í Keypmannahavn tíðliga í nítiárunum, og nakað seinni - eftir aldarskiftið, tá Tórsbreyt var liðug -  tók hann eisini venjaralutin á seg, tá Niels Jákup Jakobsen ringdi.

 - Ein av mínum fyrimyndum í frælsum ítrótti ringdi og spurdi, um eg ikki kundi traðka til sum venjari í Bragdinum, og vit høvdu smá børn tá, men eg smekkaði til, fortelur Jógvan.

Tey, sum kenna Jógvan, siga, at hann er nærlagdur, nørdutur og tekur venjaragerningin í fullum álvara. Tað krevur bæði orku og tíð, men tær vanta ikki, sigur venjarin.

 -  Eg fái orku frá teimum ungu, og tað er so ótrúliga stuttligt at møta upp. Tað eru tey, sum áttu at fingið hesa fyrimyndina, sigur Jógvan.

Eiga lívið í ungdómsvenjingini

Rennibreytin er undir í kava, og tí verður leiðin sett oman á Tórsvøll, har til ber at venja undir taki á eystaru langsíðuni. Umstøðurnar eru ivasamar, men tað tykist ikki nerva ungu íðkararnar, sum fyrireika seg til stóra kapping í Reykjavík. Uttan Jógvan og makkaran, Debes Christiansen, var eingin ungdómsvenjing í Bragdinum yvirhøvur, er forkvinnan í Bragdinum ivaleys um.

- Tí teir leggja sína sál í venjingina, sigur Ann Thomsen.

- Teir taka sær av børnunum, teir taka sær av venjingunum og øllum rundanum. Viðhvørt hugsi eg, um hann ikki heldur seg eiga øll hesi børnini, so góður er hann við tey.

Hann eigur onkran av íðkarunum, gamaní, men ikki allar. Hini foreldrini eru eisini glað fyri arbeiðið, sum Jógvan ger.

- Er tað okkurt; skaðar, sjúka ella eitthvørt annað, ger hann fegin eina venjingarætlan til hvønn einstakan, sigur Sanna Mouritsen.

- Einastandandi engageraður

Frælsur ítróttur er einstaklingaítróttur við fleiri sergreinum - til dømis renning, lopi og kasti -  sum allar krevja nógv av íðkarum og ikki minst venjarum. Tað ræðir ikki Jógvan, heldur hinvegin.

 - Tað er nokkso nógv nørdarí rundan um tær sergreinarnar, sum eru. Tað drívur meg - eisini á tí teoretiska økinum. Tað er kanska serliga galdandi fyri úrvalsíðkararnar hjá okkum, har eg sleppi at hjálpa teimum at røkka málunum. Tað er ótrúliga spennandi, greiðir Jógvan frá.

 - Hann er einastandandi engageraður í tí, sum hann ger, sigur Debes Christiansen, sum man vera ein av teimum, sum kennir Jógvan best. Teir báðir hava verið vinmenn í ein mansaldur og býta venjaralutin í Bragdinum ímillum sín.

 - Tað er við 100 og ofta 200 prosent, at hann leggur seg í, tá venjingar skulu skipast, tá kappingar skulu skipast. Ikki bara fyri Bragdið, men eisini fyri íðkarar úr øðrum feløgum, sum hava tørv á hjálp.

Gull verdur

Ein av teimum, sum hevur tikið seg serliga nógv fram í frælsum ítrótti síðstu árini, er Jónas Isaksen. Í fjør tók hann fleiri met - millum annað í 400 metra renning og í longdarlopi - og tað er millum annað venjaranum fyri at takka.

 - Hann (Jógvan, red.) er ein fantomvenjari, ein av teimum bestu í Føroyum og Danmark. Hann hevur sjálvur íðkað frælsan ítrótt, so hann veit, hvat skal til, sigur Jónas Isaksen.

 - Og hann er harður, tá tað kemur til venjingina. Hann letur teg ikki sleppa lætt, leggur hann smílandi afturat.

Røkkur tú ikki úrvalsstigi, fært tú kortini eina rúgvu burturúr at venja undir Jógvani, heldur Ann Thomsen.

 - Hann fær tey at trúgva upp á seg sjálvi. Hetta eru fólk, sum ofra alt fyri felagið. Tey eru góð við felagið, tey eru góð við íðkararnar, tey eru gull verd.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli

11 minuttir síðan
Tíðindi

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

25 minuttir síðan
Tíðindi

Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum

1 tími síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin

1 tími síðan
Tíðindi

Heysthugni og óvænt­aðar tón­leika­upp­liv­ingar í Havn

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini

3 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

9 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

9 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

10 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

10 tímar síðan
Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

10 tímar síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

11 tímar síðan