Jógvan kemur í finaluna

Veddingafyritøkurnar eru á einum máli um, at Jógvan er ein av størstu favorittunum í X-Factor.

Føroyski luttakarin í danska X-Factor, Jógvan Joensen, hevur higartil fingið framúr góð skoðsmál frá eitt nú dómara og vegleiðara sínum, Linu Rafn. Og skal ein trúgva veddingarfyritøkunum, sum plaga at vera ógvuliga beinraknar í metingunum, so kemur Jógvan í finaluna.


Í løtuni bjóða tríggjar veddingafyritøkur odds upp á danska X-Factor. Allar eru tær samdar um, at Emilie er favorittur at vinna kappingina, og eisini eru tær so púra samdar um, at Jógvan er næststørsti favoritturin. Tær meta allar, at Jógvan kemur í finaluna.


Danske Spil og Betsafe hava odds 4.00 upp á at Jógvan vinnur X-Factor, meðan NordicBet hevur odds 3.80. Skulu hesi oddsini umroknast til prosent, so meta tey, at Jógvan hevur umleið 25% møguleika fyri at vinna X-Factor.


Men fyrst av øllum skal tað snúgva seg um fyrsta liveshow'ið, sum verður á DR1 í kvøld kl.19.00. Longu nú er tað greitt, at Jógvan skal syngja sangin “Forget Her” hjá Jeff Buckley.


Odds upp á vinnaran (Danske Spil):

1. Emilie 2.50

2. Jógvan 4.00

3. Baraa 6.00

4. Tannaz 6.50

5. Ivarsson, Bang & Neumann 14.00

6. Sophia 15.00

7. Nanni 15.00

8. City Bois 20.00

9. Finn & Rie 35.00