Live-show'ini eru nú byrjað í X-factor.
Undan kappingini hevur føroyski Jógvan Joensen verið roknaður millum favorittarnar, men tað hildu dómarar og hyggjarar eftir øllum at døma ikki í kvøld.
Lesið eisini: Jógvan kemur í finaluna
Jógvan sang Forget Her hjá Jeff Buckley, men tað var ikki meira sannførandi enn so, at Jógvan saman við Nanny nú skal syngja enn einaferð í royndini at sannføra um, at hann ikki skal sendast heim hesaferð.