Jógvan Philbrow nýggjur dagstovnaleiðari

Seinasta árið hevur hann starvast sum námsfrøðingur á dagstovninum Brúsa í Leirvík

Jógvan Philbrow er settur í starv sum dagstovnaleiðari á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka. 

 

Býráðið í Sunda kommunu samtykti á býráðsfundi tann 23. mai 2025 at seta Jógvan í starv sum dagstovnaleiðari á Flatinum.

 

- Jógvan er 51 ára gamal og útbúgvin námsfrøðingur. Hann hevur starvast sum stovnsleiðari í góð 10 ár, og síðan sum formaður í Føroya Pedagogfelag í níggju ár.

 

Soleiðis siga tey í Sunda kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at Jógvan Philbrow seinasta árið hevur starvast sum námsfrøðingur á dagstovninum Brúsa í Leirvík.

 

- Hann byrjar í starvinum hin 1. august, og vit ynskja honum blíðan byr í nýggja starvinum, siga tey í Sunda kommunu.