Johan Cruyff: Van Gaal grenjar óneyðugt

Niðurlendska fótbóltslegendan heldur, at høvuðsvenjarin hjá Manchester United eigur ikki at grenja

Fyri stuttum gav niðurlendski høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal enska fótbóltssambandinum ein uppsang fyri ta strævnu og tøttu jóla og nýggjárs-leikskránna, sum er í ensku Premier League.

 

Tá segði ein bersøgin Louis van Gaal m.a. - Øll vita, at ein spælari kemur ikki fyri seg aftaná bert 48 tímar. Bæði FIFA og UEFA hava sligið fast, at tú kanst ikki spæla tveir dystir við bara tveir daga millumrúmi. Læknar hava eisini staðfest, at tað hetta kann skaða fótbóltsspælararnar, segði Louis van Gaal á einum tíðindafundi í desember.

 

Niðurlendska fótbóltslegendan, Johan Cruyff heldur tó ikki, at landsmaðurin, Louis van Gaal hevur nakað at grenja um: - Um tú velur at gerast høvuðsvenjari hjá einum felagi í Premier League, so mást tú innrætta teg eftir teirra siðvenjum og skipanum. Í Onglandi spæla teir dystir, tá fjeppararnir hava møguleikan at fara til dystir, og tað er m.a. í jóla- og nýggjárshøgtíðini, skrivar Johan Cruyff í einari klummu í stóra niðurlendska blaðnum "De Telegraaf". At grenja um ov nógvar dystir, meðan øll onnur eru nøgd gevur onga meining, skrivar ein bersøgin Johan Cruyff. - haraftrat eru tað góðir pengar hjá spælarunum at vinna við at spæla í jóla- og nýggjársferiuni, staðfestir niðurlendska fótbóltslegendan í sínari klummu. 

 

Johan Cruyff verður mettur at verða ein hin besti fótbóltsspælarin, og ein hin besti venjarin nakrantíð. Hann varð m.a. høvuðsvenjari hjá "dreamteam" hjá FC Barcelona fyrst í 1990-unum við Michael Laudrup, Ronald Koeman, Romario og Stoitchkov á liðnum