Johan Dahl: Best um landið átti SEV

Vinnumálaráðharrin heldur, at landið átti at tikið yvir SEV, men ásannar, at trupult verður at fáa semju við eigararnar, kommunurnar, um hetta. Men landið skal í minsta lagi taka yvir netið, og nýggir framleiðarar skulu hjálpast í kappingini, heldur hann

Ingolf S. Olsen
----

Heildarætlanin fyri elork­una í Føroyum, sum ein ar­beiðs­bólkur greiddi úr hondum á sumri 2011, fevnir um tíðar­skeiðið fram til 2020 og legg­ur eina ambisjøsa ætlan fyri útbygging av grønari orku.
Eftir at heildarætlanin var gjørd, varð ein stýrisbólkur og tveir prosjektbólkar, sum vísa til stýrisbólkin, settir at fyrireika eina virkisætlan, har landið saman við SEV skal áseta, hvat skal gerast næstu árini fyri at fáa so nógva grøna orku í fram­leiðslu og nýtslu, sum til ber.
Virkisætlanin skal verða liðug seinni í vár.
Somuleiðis verður ein roynd gjørd at fáa semju um, hvussu bygnaðurin og ognar­skapurin á elmarknað­inum skal vera fram eftir.

Orkupolitikkur
Johan Dahl, vinnumálaráð­harri, er tó varin við at kalla virkisætlanina einsa­malla fyri ein reguleran orku­politikk.
– Eg haldi ikki, at tað er so líkatil at gera ein sam­an­hangandi orku­politikk, sum summi vilja gera tað til. Hugtakið orka fevnir um eina røð av orkuformum og sektorum – olju, gass, el og fjarhita – ið hvør hev­ur síni sereyðkenni. Somu­leiðis eru ein røð av viður­skiftum, sum eru trupul at seta saman, so sum um­hvørvis­viðurskifti, útlát, infra­strukturur, veit­ingar­­trygd, sam­felags­bú­skap­ur, byggi­reglu­gerðir og tílíkt. Vit síggja eisini í okk­ara grannalondum, at hesi viður­skifti ella øki verða við­gjørd hvørt sær við hvør sínum politikki.
– Tá tað er sagt, so haldi eg, at heildarætlanin fyri elorkuøkið í Føroyum saman við veðurlagspolitikki Føroya saman kunnu skiljast sum orkupolitikkur Føroya. Ser­liga tí at lagt verður upp til, at við hugsa ta primeru orku­nýtsluna, sum er olja, inn í ein samanhang, har vit royna at flyta okkum frá olju yvir á el. Virkisætlanin er so ein roynd at gera tær politisku visjónirnar í heildarætlanini og veðurlagspolitikkinum til veruleika við at vísa á ítøkilig átøk at bera fram á mál, sigur hann.
Stýrisbólkurin, sum í løt­uni leggur seinastu hond á virkisætlanina, er mannaður við umboðum fyri Jarðfeingi, SEV og útlendska serfrøði.
– Semja er um tann part­in, sum snýr seg um fram­tíð­ar útbygging av elfram­leiðsl­uni og elnetinum, hóast tað sjálv­andi altíð vilja vera yms­ar hugsanir um tøkni­lig­ar útbyggingar, sum liggja meira enn 10 ár úti í fram­tíðini, sigur Johan Dahl.

Landið rætti eigarin
Hann ásannar tó, a tað longu nú er greitt, at tað verður sera trupult at finna semju um bygnaðin og ognarskapin á elmarknaðinum. Her er talan um mótstríðandi áhuga­mál hjá limunum í ar­beiðs­­bólkinum – tann eini part­­urin umboðar landið og hin umboðar kommunurnar, sum í dag eiga SEV.
– Sjálvur havi eg ta áskoð­an, at SEV átti at ver­ið yvirtikið at landinum. System­ábyrgdin, sum er ábyrgdin fyri yvirskipaðu elv­eitingini, og menningin av el­orkuni í Føroyum er heilt greitt ein uppgáva hjá land­inum. Kommunali ognar­skapurin er ein søgulig leivd, sum í mínum hugaheimi hev­ur nakrar sera óhepnar avleiðingar fyri menningina av elmarknaðinum. Men tað vil sjálvsagt vera trupult at fáa umboð fyri kommunurnar at vera samd í hesum, sigur vinnumálaráðharrin.
– Men sum minsta mát haldi eg, at vit mugu vera op­in fyri møguleikanum, at landið yvirtekur netið. Hetta er eisini gjørt í flestu granna­londunum. Ein slík sundur­skiljing vil sannlíkt kosta nakað á rakstrinum, men spurningurin er, um vit ikki kunnu byrja í smáum, soleiðis at SEV sjálvt roynir at skipa sín innanhýsis bygnað eitt sindur greiðari til dømis við at gera serstakar deildir, sum einans taka sær av ávikavist neti og framleiðslu. Á hendan hátt kunnu vit sleppa undan møguleikanum fyri, at sami persónurin á SEV, sum til dømis ásetir treytir fyri nýggj­ari vindframleiðslu, eis­ini fyrireikar tilboðið hjá SEV í kapping við aðrar veitarar, sigur hann. 

Partafelag
Hann heldur eisini, at mátin, sum nevndin í SEV verður vald, er serstakliga óheppin.
– At kommunupolitikarar, sum oftast ikki hava før­leikar at røkja hetta álitis­starv, manna nevndina í eini av mest týðandi fyri­tøk­unum í Føroyum, er utt­an fyri alt mark. Men aftur her er tað trupult at ímynda sær, at umboð fyri komm­un­urnar kunnu loyva sær at taka undir við hesum sjónar­miðinum, sigur Johan Dahl og leggur afturat:
– Eg haldi sjálvur, at parta­felagsformurin er rætti hátturin at skipa hetta virk­semið. Um ikki tað ber á mál við, at landið yvirtekur SEV, so haldi eg kortini, at SEV eigur at skipast eftir partafelagsleistinum, tað er við einari virkisførari, pro­fessionellari nevnd og einum aðalfundi, sum velur nevnd­ina og samtykkir árs­roknskapin. Verandi støða, har nevndin nærum er eitt eiti, og aðal­fundurin tekur avgerðir um fíggjarætlan og prís, er sera óheppin.
 
Stuðlað kapping
Eitt er at loyva kapping, eitt annað er at fáa kapping, og vinnumálaráðharrin dylir ikki, at hann fegin vil kjakast um møguleikan at trumfa kapping inn í elframleiðsluna við sonevndari skeivari regu­lering. Hetta er roynt áður í Føroyum, nevniliga tá Kall bjóðaði Føroya Tele av á telemarknaðinum. Tá fekk Kall tilvitað kapp­ingar­fyrimun ta fyrstu tíðina, so felagið skuldi hava ein møguleika at fáa fótafesti.
– Vit hava longu nú í ávís­an mun skeiva regulering á elorkumarknaðinum. Í teim­um seinastu tveimum vind­orkuútboðunum taldi tað sostatt 10 prosent av saml­aðu metingini, um tilboðs­veitarin var nýggjur á marknaðinum. Men sjálvt við hesari ásetingini kláraði SEV at útbjóða privata vindorkufelagið Røkt, tó at hetta felagið eisini megnaði at lata inn eitt frálíka gott og kappingarført tilboð, stað­festir Johan Dahl.
Hann leggur dent á, at el­framleiðsla er rættiliga ser­støk í kappingarhøpi.
– Talan er um ein sera regu­leraðan marknað, so kappingin fer einans fram í sjálvum útboðnum. Tá út­­­boðið er vunnið, so fær vinn­arin tillutað eitt 15-20 ára monopol upp á sína fram­leiðslu. Tí eru tað ikki somu dynamikkir á el­markn­aðinum, sum tal­an er um á til dømis fjar­skiftis­marknaðinum. Fjar­skiftis­veitararnir kappast beinleiðis um kundarnar, og um ein veitari ikki gev­ur nøktandi prísir og tæn­astur, so er avleiðingin, at kundin heldur velur kapp­ingar­neytan. Kapping á slík­um marknaðum er so­statt meira dynamisk enn á el­marknaðinum, sigur vinnu­mála­ráðharrin.
Hann vísir á, at um eftir­litsmyndugleikin, Jarð­feingi, skuldi valt Røkt fram ­um SEV í seinasta vind­orku­út­­boðnum, so hevði tað sam­bært tøl­um hjá Jarðfeingi kost­að elbrúkaranum 2,5 milli­ónir krónur meira um árið, tað eru góðar 30 milli­ónir krónur fyri samlaðu verk­ætlanina.
– Her mugu vit sostatt sum politiskur myndugleiki meta um, hvørt hesin bein­leiðis meirkostnaðurin stend­ur mát við vinningin av at fáa ein nýggjan veitara inn á vøllin – ein nýggjan veitara, sum sannlíkt kundi verið við til at økja um nýhugsanina, innovasjónina, sigur Johan Dahl.

Liberalisering
Tó at hann aftrar seg við at trumfa sínar hugsanir um SEV-ognarskapin og kapp­ingarfortreytir ígjøg­num, so ætlar vinnumálaráðharrin í øllum førum at halda fast um liberaliseringina, sum kom við elveitingarlógini í 2007. Hon ásetir millum annað, at nýggir veitarar skulu hava møguleika at bjóða seg fram og vinna út­boð, um teir eru kapp­ingar­førir.
– Sjálvt um teir nýggju veitararnir ikki vinna út­boðini, so leggja teir trýst á verandi veitara. Eg eri mill­um annað sannførdur um, at Røkt hevur verið við til at flutt SEV skjótari fram móti vindorkuni, enn stóra orkufelagið annars vildi gjørt, umframt tað at lut­tøkan hjá Røkt í seinastu vind­orkuútboðunum hevur fingið SEV at kýtt seg eyka nógv at fáa el-søluprísin niður, sigur Johan Dahl.
Einkarrætturin hjá SEV til vatnorkuframleiðsluna gekk út í oktober í fjør, men loyvið varð fyribils longt til 30. apríl í ár, meðan el­veitingareftirlitið undir Jarð­feingi viðger umsóknina hjá SEV um nýtt loyvi til vatn­orkuna.
­– Í hesum sama viðfeingi haldi eg eisini, at vit skulu nýta liberaliseringshugsanirnar frá vindorkuøkinum og sum minsta mát liberalisera vatn­orkuframleiðsluna, so at aðrir fáa møguleika at bjóða inn. Men hetta málið er til viðgerar í elveitingar­eftirlitinum, so her er eingin niðurstøða um hetta enn, sigur vinnumálaráðharrin.
- Í hesum sambandi er tað tó ein sannroynd, at SEV við síni støðu sum netfelag hevur ávísar kappingarfyrimunir, sum kunnu gera, at felagið á óhepnan hátt kann ávirka eitt­hvørt útboð til egnan fyri­mun. Í nøkrum førum vildi eitt útboð, har SEV sleppur at bjóða við, tískil einans verið eitt eiti. Tí eiga vit sjalvandi fyri hvørja verkætlan at meta, um útboð er rætta am­boðið at skapa kapping, leggur hann dent á.