Johan Dahl fingið 69 mió frá Føroya Tele

Seinastu 11 árini eru 173 milliónir krónur fluttar úr kassanum hjá Føroya Tele í landskassan. Seinastu trý árini hevur felagið goldið landinum 69 mio kr

Seinastu 11 árini eru 173 milliónir krónur fluttar úr kassanum hjá Føroya Tele í landskassan. Hesi seinastu trý árini, meðan Johan Dahl hevur havt ábyrgdina av Føroya Tele, hevur almenna telefonfelagið rindað landinum 69 milliónir krónur í vinningsbýti.

 

Hóast Johan Dahl sigur seg hava givið Føroya Tele kravboð um, at prísurin á telefoni og interneti skal lækka, so samtykti hann, at almenna partafelagið í fjør skuldi rinda landinum 30 milliónir krónur í vinningsbýti. Hetta er pengar, sum vórðu fluttir frá Føroya Tele og beint í stórapott hjá landskassanum. Tað sama gjørdi hann á aðalfundinum hjá Føroya Tele fyrra árið, tá hann eisini samtykti, at Føroya Tele skuldi rinda landinum 30 milliónir krónur í landskassan.

 

Soleiðis fer hann helst eisini at gera á aðalfundinum hjá Føroya Tele seinni í ár, tá roknskapurin fyri 2014 skal góðkennast.

 

Lesið eisini: Prísurin á telefon og interneti SKAL lækka

 

Tað er Johan Dahl, ið sum landsstýrismaður í vinnumálum varðar av Føroya Tele. Hann skal góðkenna roknskapin á hvørjum ári.

 

Og Føroya Tele er ein góð forrætning fyri landskassan. Tí í staðin fyri at krevja skatt frá fólki, so krevur landsstýrið vinningsbýti frá Føroya Tele. Á tann hátt rinda kundarnir hjá Føroya Tele ein eyka skatt í landskassan. Ein skattur, sum síðani 2003 hevur verið upp á 173 milliónir krónur.

 

Seinastu 11 árini hevur landsstýrið sum einasti partaeigari fingið 173 milliónir krónur frá Føroya Tele í vinningsbýti.

 

Yvirlitiðniðanfyri vísir, hvussu nógv Føroya Tele hevur goldið landskassanum í vinningsbýti árini 2003-2013

 

ár

milliónir kr

2013

30

2012

30

2011

9

2010

6

2009

6

2008

5

2007

7

2006

31

2005

30

2004

8

2003

11

Tilsamans

173