Johan Dahl, Kaj Leo og Eidesgaard skulu standa til svars í Eik-málinum

Á tingfundinum í morgin skulu bæði Johan Dahl, Kaj Leo Johannesen og Jóannes Eidesgaard greiða frá teirra ábyrgd, skyldum og ætlanum í sambandi við alt Eik-málið. Høgni Hoydal hevur sett teimum eina røð av fyrispurningum. Johan Dahl skal svara um leiklutin hjá Skráseting Føroya. Kaj Leo Johannesen skal greiða frá landsstýrisins viðgerð, avgerðum og samskifti innanhýsis og við danskar myndugleikar. Og Jóannes Eidesgaard skal greiða frá metingum um peningaliga kostnaðin fyri føroyska samfelagið av, at allur partapeningur og ábyrgdarkapitalur er mistur.

Umframt Eik-málið, spyr Høgni Hoydal eisini um onnur mál, ið hava við fíggjarstøðuna í landinum at gera. Eitt nú skal Johan Dahl greiða frá støðuni hjá Framtaksgrunninum og ábyrgd landsstýrisins. Kaj Leo Johannesen skal greiða frá politikkinum mótvegis veikastu samfelagsbólkunum og hvussu hann samsvarar við vallyftini hjá løgmanni. Og Jóannes Eidesgaard skal greiða frá, hvussu stórur handil fer fram við partafeløgum, ið hava hall, sum verða nýtt hjá øðrum feløgum til at draga skatt frá.