Ikki eiti á sum Johan gjørdist rísin av hesum sannleikunum, ið eg loyvdi mær at seta á prent í Dimmalætting í farnu viku. Havi síðani valið í mínum stilla sinni gingið og filosoferað yvir, um Johan Dahl mundi vera reinkarnatiónin av Bør Børsson, men soleiðis sum hann smokkaði saman í aftursvarinum, er hann mest átøkur kolossinum í Dánjals Bók. Høvdið av skírum gulli, bróstið og armarnir av silvuri, kviðurin og lendarnir av kopari, men ólukkutíð vóru føturnar hálvt av jarni og hálvt av leiri. Og tær hildu ikki fyri stoytinum, nú tá ið steinur loysnaði úr lofti. Harvið fór standmyndin stiklandi fram eftir rommum og vindurin foykti alt burtur. Soleiðis fyrikemur mær nú Sambandsflokkurin og serliga hansara fyrr so uppblásti spíri úr Suðuroy.
Tað sigst fyri vist, at politiska elitan í Sambands-flokkinum fyri nøkrum árum síðani, eftir tilráðing frá táverandi suðuroyartingmanni floksins, hevði sett framtíðina hjá Suðuroynni á dagsskrá fyri ein fund. Eftir stutt orðaskifti um málið, samdist flokkur-in um, at Suðuroyggin onga framtíð hevði yvirhøvur.
Øðrvísi gjørdist lagið tá ið fullveldissamgongan tók um politiska endan eftir at Sambandsflokkurin tveitti frá sær í ótíð. Suðuroyggin fekk fyrstu raðfesting, og er hetta alneyðugt, skal oyggin ikki gerast ein marginaliseraður útjaðari, eftir at meginparturin av landinum norðanfyri er samanbundið og samansjóvað. Allar verkætlanirnar, ið nevndar vóru í grein míni, eru og verða veruleiki, eittans tí hendan samgongan hevur sett sær fyri, at soleiðis skal tað vera. Sambandsflokkurin eigur ongan, absolut ongan, leiklut í hesum átøkum.
Tað ber illani til at svara hesum sjeyndafloks frístílinum hjá Johan Dahl aftur, tað er somikið rangvørt og lítið skil í tí, sum skrivað verður, og helst man tað komast av tí, at illsinnið hevur suspenderað vitið frá heilanum hesa løtuna, hann hevur sitið við knappaborðið. Fái meg illani at trúgva øðrum.
Ein nýggjur Smyril hevði komið óansæð, hvørið sat í samgongu, sigur Johan Dahl. So einfaldur er veruleikin bara ikki. Núverandi Smyril kom í 1975. Sambandsflokkurin atkvøddi ímóti keypinum. Suðuroyartingmaðurin Jákup Mortensen, sáli, átti tó dirvið at ganga ímóti sínum egna flokki og atkvøddi fyri keypinum, men minnist meg rætt, fekk hann alstórar trupulleikar innanfloks av hesi manniligu avgerð.
Skilji eg Johan rætt, so er hann ímóti, at nýggjur miðnámsskúli verður smíðaður í Vági. Orsøkin er hin sjaldsama, at úbúni ungdómurin flytir burtur úr økinum eftir lokið nám. Hesum tekur hann neyvan skaða av, líka so lítið sum ungdómarnir í m.a. Eysturoy. Og tað er júst her leikluturin hjá politisku skipanini liggur, at skipa so fyri, at økini vera ment soleiðsni, at tilboðini vera tøk, tá ið hesi samfelagsblomstrini koma heimaftur, eftir at hava verið úti í heimi og hvest sær vitið á ymsum framkomnum fróðar setrum.
Nógv liggur á láni í Suðuroy, sigur fyrrverandi skipa-smiðjustjórin á Gørðunum. Hetta vitstu og vita vit, sum hava sitið í samgongu nú á fimta ári. Tí settu vit oynna í fokus, og tí var tað, at undirritaði spurdi Johan hendan lagaliga spurningin, hvørji almenn átøk vóru framd í Suðuroy ímeðan Sambandsflokkurin sat við valdinum í Føroyum? At maðurin skuldi fara so úr sínum góða skinni, man vera tekin um, at flokkur hansara stendur spillnakin, tá ið hann verður konfronteraður við ein so relevantan spurning.
Johan hevur eisini fingið ilt í afturpartin av fólkatingslønini hjá undirritaða. Tjóðveldisfloksins støða til fólkatingsumboðanina er alkend. Hon eigur at vera avtikin heldur ídag enn ímorgin. Men soleingi føroyska tjóðin er ein undirlagdur partur av danska imperiinum, hava vit valt at fylgja spælireglunum og stilla upp til val harið vit kunna gera okkara ávirkan galdandi. Eftir førimuni hava vit á Danatingi so roynt at sligið eitt slag fyri politiska frælsi Føroya, hvussu tað hevur vignast mega onnur enn undirritaði døma um. Lønin er ein partur av hesi umboðan. Valevnini avgjørdu fyri fólkatingsvalið seinast, at fekk flokkurin mann valdan, skuldi hesin gjalda ein part av lønini í ein sjálvstøðugan grunn, ið hevði til endamáls at stuðla sjálvstýrisstríði føroyinga. Grunnurin er stovnaður við heitinum Fólkatingsgrunnurin (V-tal: 525235). Í nevndini sita Tórbjørn Jacobsen, formaður, Høgni Hoydal og Heini O. Heinesen. Goldið er inn í grunnin frá fyrsta degi. Onki er higartil goldið úr honum. Onkur ógvaðist við hesa nýkomnu og stóru umsorgan sum hesin gamli skipasmiðjustjórin nú so bráðliga hevði átikið sær fyri skattaborgarunum á Nørrebrúgv, og spurdi, um hann altíð hevði verið so umhyggin eisini, tá ið tað galt føroyskar skattaborgarar?
Nú kom so nógv annað rusk upp í hetta málið. Alt byrjaði við Vágs Havn og har enda vit eisini á hesum sinni. Vinnunevndin, harið allir teir stóru flokkarnir á Tingi eru umboðaðir (30 tingmenn), sigur í álitinum um djúphavnina: Vinnunevndin hevur skilt tað soleiðis, at breið politisk semja er um, at landið rindar Vágs Kommunu eina kompensasjón fyri helvtina av byggikostnaðinum, tó í mesta lagi 9 mió kr., vísandi til at stig vóru tikin til eina felags verkætlan millum land og kommunu um útbygging av havnini í Vági, sum nú verður slept í sambandi við, at siglingin hjá strandferðsluni á Vág verður niðurløgd.
Kenni hesar menninar illani standa teir ikki inni fyri tí, sum skrivað verður í álitinum. Politikkur snýr seg júst um álit, og vágbingar skula sova trygt í hesum álitinum, tí eingin ivingur skal valda um tað, at hesar eftirverandi 4 mió til djúphavnina vera ein partur av komandi fíggjarlóg, tá ið hon einaferð verður samtykt Tinginum.
Í sínum vinnuliga virksemi er Johan Dahl strámaður fyri bretsk og hálendsk áhugamál og í sínum politiska virksemi er hann strámaður fyri donsk áhugamál í Føroyum. Onkursvegna tykist tað sum heldur hann føroyskan politikk vera eitt slag av arabiskum bazari, harið frystur makrelur verður handlaður yvir um skivuna fyri hægsta prís. Og mundi serliga stóri áhugin fyri djúphavnini ikki komast av áhugamálunum hjá J. Marr í Vági heldur enn áhugamálunum hjá Vágs Kommunu? Mær vitandi hevur einasti suðuroyartingmaðurin, sum hevur bústað í Suðuroy, Hergeir Nielsen, stríðst fyri øllum fólkinum í oynni og ikki bara fyri sínum egnu, privatu áhugamálum, soleiðis sum Johan Dahl tykist gera tað. Harmist av fullum hjarta, at hasin leirfóturin hjá tær skuldi standa somikið meinur, at tú skræðnaði úr kongunum bara av hesi einu greinini, sum eg vágaði mær at varpa í fótin á tær. Tað er tungt, og tað verður tyngri at stríðast ímóti søgunnar vindmyllum. Somikið fær tú at síggja Johan Dahl.