INSINUATIÓN
Passar tað, at orsøkin til at Fiskavirking aftur steðgar sínum arbeiði í Vági, at Johan Dahl og co. hava gjørt ein Jørgen, tvs. "lænt" maskinur frá Fiskavirking til sítt egna virki uttan at siga frá?.
Soleiðis spyr ein, ið nevnir seg Hvalbing á kjaktorginum á heimasíðuni hjá Tjóðveldisflokkinum, og sipar helst til, at ein annar politikari, nevniliga Jørgen Niclasen, einaferð segðist at hava flutt maskinur av einum virki inn á eitt annað.
Hvalbing hevur byrjað kjakið Dahl gjørt ein Jørgen tann 14. juli á heimasíðuni, og síðani eru nøkur svar komin. M.a. svarar ein Lopramaður at talan kanska er um fisk heldur enn maskinur.
Róð verður altso framundir, at Johan Dahl skal hava framt stuldur á Faroe Seafood í Vági.
Sjálvur hevði sigur Johan Dahl seg ikki kenna nakað til málið, tá Sosialurin ringdi til hansara í dag fyri at vátta ella avsanna tað, ið stendur á kjaktorgi Tjóðveldisfloksins. Hann metir, at tað saktans kann vera talan um neisir, ið onkur politiskur mótstøðumaður roynir at vinna honum.
- Hatta er nakað forferdiligt vrøvl. Eg havi einki við Fiskavirking at gera, sigur Johan Dahl, og sigur, at hann bara er íleggjari í Palm Seafood í Vági, og tí ikki veit nakað um hatta. Hann upplýsir, at maskinurnar á Palm Seafood koma úr Noregi.
- Hatta er óseriøst. Púra hen í veðrið. Eg veit einki um hatta har, sigur ein heldur østur Johan Dahl í fartelefonini úr Danmark, har hann er staddur í løtuni.
Eingin ansað síðuni seinastu dagarnar
Meinhard Jacobsen, stjóri á Fiskavirking, sigur seg heldur einki kenna til, at Johan Dahl skal hava framt slíkt, og avsannar tíðindini. Hann upplýsir tó, tey hava havt eitt mál, har fiskur frá Faroe Seafood endaði á Palm Seafodd, men at hetta er fakturerað og goldið og tí úti av verðini.
Skrivstovan hjá Tjóðveldisflokkinum er stongd í hesum døgum vegna summarfrí. Tí eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking haðani, men Høgni Hoydal, floksformaður, sigur seg ikki hava sæð heimasíðuna seinastu dagarnar.
- Ein webmastari ansar eftir, at sovorðið ikki sleppur at standa og strikar innlegg, um tey eru ov grov, sigur Høgni Hoydal, sum heldur hetta málið vera sera óheppið.
Hann sigur, at tey onkuntíð hava ætlað at givist við kjakinum, tá tey síggja, hvussu summi hava misbrúkt síðuna. Í løtuni er skrivstovan hjá flokkinum tó sum nevnt í summarfrí, og tí er síðan ikki ansað síðan 14. juli, tá innleggið um Johan Dahl varð skrivað.
- Nú havi eg ikki sæð hatta, men tá ið tú hevur eitt opið kjak, kanst tú altíð rokna við slíkum, men tað er altíð óheppið, tá ting, sum ikki passa, verða skrivað, sigur Høgni Hoydal, sum sigur, at kjakið sjálvt hevur altíð verið eitt evni, sum tey í flokkinum hava kjakast um, og at tað altíð er ein vandi fyri persónsálopum, tá kjakið er opið fyri øllum.
Enn hevur tann fjølmiðlaábyrgdarnevndin skipað seg, nú nýggj fjølmiðlaábyrgdarlóg er skipað. Hetta hendir neyvan fyrr enn tann um hálvan august.
Men hugsast kann, at heimasíður við kjaktorgum kunna verða viðgjørd av eini slíkari nevnd, har elektroniskir miðlar eisini kunnu verða viðgjørdir.