Johan Dahl á rættari kós

Føroya Arbeiðarafelag tekur fult undir voð Johan Dahl landsstýrismanni, í royndum hansara at avmarka møguleikarnar hjá útlendingum at eiga í føroysku alivinnuni.

Í lesarabrævi, sum stendur longur niðri á Portalinum, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, at ræðisrætturin á alivinnuni má ikki gleppa okkum av hondum, tí hendir tað, kunnu arbeiðsplássini so ógvuliga skjótt fara sama veg.

- Gamaní verða aliringarnir helst liggjandi her, sjálvt um loyvini eru á útlendskum hondum, men alt virksemi annars her á klettunum í sambandi við alingina, kemur í vanda.

Stór-alifyritøkurnar í t.d Noregi eru skrúvaðar saman soleiðis, at tær við undirfeløgum av ymiskum slagi kunnu bjóða seg fram á øllum økjum innan alivinnuna.

- Eigur ein slík stórfyritøka meirilutan í einum føroyskum alibrúki, er tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn hendan fyritøkan keypir allar vørur og tænastur frá sínum egnu undirfyritøkum, dótturfeløgum ella øðrum samstarvandi feløgum og fyritøkum, sum typiskt liggja onkunstaðni, har tær sleppa bíligari í lønum og /ella skatti enn í Føroyum, og har krøvini annars eru linari, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.

- Sjálv hagreiðingin av alifiskinum og arbeiðið at hávirka hann, kann eisini flytast av landinum, og so er onki eftir her.

- Vit skulu ansa sera væl eftir okkara arbeiðsplássum, ikki minst nú, tá arbeiðsloysið er stórt, og landsins kosnu politkarar eiga høvuðsábyrgdina fyri at skapa røttu karmarnar við skynsamari lóggávu.

- Og at avmarka útlendskan eigaraskap í eini so týdningarmiklari tilfeingisvinnu, sum føroyska alivinnan er, er eftir mínum tykki sera skynsamt, sigur Georg F. Hansen.