Johan Dahl verður sitandi

Kári á Rógvi fekk onga undirtøku fyri at fáa Johan Dahl, landsstýrismann frá og hann tók tað aftur Tað er nú greitt, at Johan Dahl verður sitandi sum landsstýrismaður.

Fyrr í kvøld legði Kári á Rógvi, løgtingsmaður, uppskot um fáa Løgtingið at samtykkja misálit á Johan Dahl, landsstýrismann.

Men hesum tók ongin undir við, heldur ikki hinir flokkarnir í andstøðuni, tí bæði Tjóðveldið og Miðflokkurin boðaðu frá, at tey tóku ikki undir við málinum og samgongan tók ikki orðið.

Jenis av Rana førdi fram, at verður uppskotið um misálit felt, hevur løgtingið samstundis staðfest, at tað hevur álit á landsstýrismanninum.

Kári á Rógvi helt fast um, at hann helt ikki, at Johan Dahl hevði grundgivið nóg væl fyri, hví tað var neyðugt hjá landinum at leggja upp í og bjarga Smyril Line undan húsagangi.

Men áðrenn atkvøðast skuldi, boðaði Kári á Rógvi frá, at hann tekur uppskotið aftur og sostatt verðru Johan Dahl sitandi.

Sostatt kann løgtingið nú fara undir endaligu viðgerðina av málinum um at seta almennan partapening í Norrønu.