Hann er sonur Olantinu Vestantún og Danjal Johan Lisberg úr Smiðjuni í Fámjun.
Johan Eli bleiv faðirleysur 11 ára gamal. Hann vaks upp í ríkum umhvørvi í Skálum. Mamman hevði handil og stórt ognarhús við 2 neytum og nógvum seyði og part í Lítlu Dímun og part í báti.
Alt hetta vaks Johan Eli upp við og bleiv partur av øllum hesum.
Johan Eli fór ungur á háskúla bæði í Føroyum og í Danmark og hevur hann enn mangar vinir frá tí tíðarskeiðinum.
Um 30 ára gamal byrjaði hann at rógva út við Karessu. Síðani fór keypmaðurin í Skálum rættuliga til sjós. Fyrst við m/s Gudmund og seinnri við m/tr Phoenix, har hann var kokkur líka til í ár, 70 ára gamal.
Meðan Johan Eli hevði við landbrúkið at gera, var hann formaður eitt langt tíðarskeið í Dímun og var sera skilagóður og avhildin formaður.
Johan Eli er giftur við Margit f. Midjord og eiga tey 4 dreingir og so didduna, Kristionnu.
Johan Eli bygdi hús vesturi á Ólavsbarekku. Tá børnini vóru vaksin, fluttu Margit og Johan Eli aftur út í Skálar og fluttu inn Vestantún, har hann hevði havt nógvar góðar løtur saman við mostrunum, Kristinu og Kathrinu.
Síðani Johan Eli bleiv pensionistur hava hjúnini Vestantún verið hvørt summar pensionistaferð. Tey hava verið í Íslandi, í Týsklandi og í Svøríki. Hann dugir sær væl at umstilla seg til pensionistatilverðuna.
Vit ynskja tær hjartaliga tillukku og nógv góð ár við Harrans signing
Vinir