Ungi runavíkingurin, Johan Troest Davidsen, sum í fjør gjørdi sáttmála við enska Everton, fær góð skoðsmál, nú unglingaliðið hjá felagnum fyrireikar seg til komandi kappingarárið.
Hetta byrjar nú leygardagin, og eftir seinasta venjingardystin hevur heimasíðan hjá Everton bara rósandi orð at bera føroyska spælarunum.
Hóast hann enn einaferð var partur av verjuni, so er tað ikki minst fyri framrættaða partin í spælinum, at Johan verður róstur. Í fyrra hálvleiki var tað soleiðis hann, sum legði Everton á odda, tá hann stútaði hornaspark í kassan.
Og stutt eftir steðgin var tað eisini hann, sum var upphavið til 2-0 málið. Johan sendi tað, sum á heimasíðuni verður rópt fyri »a wonderfull ball« til ein liðfelaga longur frammi á vøllinum, og tá hesin varð feldur í leysari støðu, fekk Everton brotsspark.
Everton vann dystin 3-0, og sambært venjaranum, so var talan um besta avrikið í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið. Her verður fyrsti dysturin so leygardagin, tá Reading er mótstøðuliðið.