Vanliga plaga tað at møta umleið eitt hundrað fólk upp, tá Vejen, sum spælir í einari av jysku deildunum í Danmarksseriuni, dystast á heimavølli. Steypadysturin ímóti FCK var longu klokkan 16.30 seinnapartin mikudagin, men kortini møttu ikki færri enn 2.630 áskoðarar upp. Tey vóru komin fyri at síggja FCK stjørnurnar spæla, men sjálvandi vónaðu tey flestu, at teirra lið fór at standa fyri einari av stóru sensatiónunum, sum av og á koma fyri í steypakappingum. Men soleiðis gekk tað als ikki.
FCK vann 5?1. Superliguliðið var sera sannførandi, og teir vóru frammanfyri 5?0, áðrenn heimaliðið í 86. minutti fekk loyvi at pynta um.
Todi Jónsson var ikki við í Vejen. Roy Hodgson hevði gjørt av, at Todi og onkrir aðrir av føstu monnunum ? eitt nú Zuma og Niclas Jensen ? skuldu vera eftir í Keypmannahavn og hvíla, so teir vera heilt væl fyri, tá FCK sunnudagin skal til Silkeborg.
Meðan Todi Jónsson var skaddur, fekk Thomas Thorninger møguleikan ytst á miðvøllinum í vinstru. Tá gjørdi hann einki serligt um seg, men mikudagin lá væl fyri. Thomas Thorninger skoraði fýra av teimum fimm FCK málunum. Tað gjørdi hann í 11., 44., 65., og 83. minutti. David Nielsen var ein av teimum, sum fekk møguleikan hesa ferð, og hann skoraði triðja FCK málið í 53. minutti.
Johan fastur maður
Tá Johan B. Hansen fyrst í mánaðinum var í Føroyum í sambandi við landsdystin ímóti Slovenia, hevði hann ongantíð verið ímillum teir fyrstu ellivu í OB. Nú tykist tað av álvara at ganga undan hjá verjumanninum. Sunnudagin var hann á OB liðnum í Parkini ímóti FCK ? í OB halda teir, at hann stóð seg sera væl ? og mikudagin var hann aftur á liðnum í lokaluppgerðini ímóti B1909.
Hóast B1909 er í 2. deild, so var áhugin á Fyn størri enn fyri øllum hinum steypadystunum. 6.053 áskoðarar møttu upp , og teir vóru vitni til, at OB beinanvegin setti tingini upp á pláss. OB skoraði í 9. og 13. minutti, og so var alt avgjørt. Sigurin varð sligin rimmar fastur í næstsíðsta minuttinum.
Í Odense gjørdu teir undan dystinum nógv burturúr hagtølunum, sum søgdu, at OB og B1909 tríggjar ferðir áður høvdu dystast í steypakappingini. Serliga áhugavert søgdu teir tað vera, at allar tríggjar ferðirnar er vinnarin komin í finaluna. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at hilnast í steypakappingini hjá Johan B. Hansen og OB.
AGF eyðmýkt
Óli Johannesen og AGF vóru á útivølli á Riisvangen stadion í Århus. Tað gongur á allan hátt av skriðuni hjá AGF, og tað sást aftur í steypadystinum, sum teir taptu 1?0 ímóti lítlabeiggjanum, FC Aarhus. Hetta liðið er aftast í 1. deild, og sigurin mikudagin var tann fyrsti í hesum kappingarárinum. Ósigurin hjá AGF var tann sætti á rað, og hetta var triðja ferðin á rað, at teir taptu við einum máli.
AGF hevði alt spælið. Í 1. hálvleiki høvdu teir fimm púa upplagdar møguleikar, og í 2. hálvleiki høvdu teir tríggjar hundrað prosents møguleikar. Men mitt í 2. hálvleiki skoraði FC Aarhus, og tað var nóg mikið.
Um tað ikki eydnast at venda fíggjarligu gongdini í AGF, so fara teir á heysin. AGF hevur heitt á býráðið í Århus um at hjálpa teimum, men í fyrradagin svaraði býráðið, at hetta fór ikki at bera til. Býráðið helt, at um teir fóru at hjálpa AGF, so kundu allar fyritøkur í Århus, sum standa illa í tí, venda sær til býráðið og við góðum rætti rokna við at fáa hjálp og stuðul. Fíggjarliga óskilið í AGF er framvegis stórt, og nú verður møguleikin fyri at teir missa sessin í fremstu deildini nevndur heilt ofta.
Mánakvøldið kemur botnliðið úr Haderslev at spæla í Århus. Um AGF ikki vinnur tann dystin verður leikliga kreppan fullkomin, siga teir í AGF.
Jákup og teir uppí
Í dag verður lutur kastaður um, hvussu liðini skulu hittast í fimta umfarinum í steypakappingini. Tá vera Herfølge og hini liðini, sum higartil ikki hava tikið lut í DONG Cup, við í hattinum.
Umframt AGF er eitt annað superligulið liðugt í steypakappingini. Tað er botnliðið Haderslev, sum mikudagin á útivølli tapti 2?0 ímóti Ballerup. Tað var sera óvæntað, tí Ballerup spælir í Danmarksseriuni. FCM vann 5?1 á útivølli ímóti Fremad Amager, Vejle vann 2?1 í Brønshøj, og Horsens vann eftir brotssparkskapping 4?2 ímóti Frem (eftir vanliga leiktíð var einki mál komið). Esbjerg vann 2?1 á Køge, og so noyddist Danmarksseriuliðið Døllefjelle Musse at lúta. Teir taptu á heimavølli 2?0 ímóti 2. deildarliðnum Holsterbro.