ÚTISETAR
Í morgin verður farð undir venjingarleguna, sum FSF skipar fyri í La Manga í Spania. Eingir útisetar í Danmark vera við í ferðalagnum. Teir eru upptiknir í sínum egnu feløgum.
Fyrireikingarnar til danska fótbóltsárið ganga við fullari ferð. Nógvir venjingardystir eru á skránni, og ikki minst í Horsens leggja teir nógv fyri. Føroyski landsliðsspælarin, Johan B. Hansen, og liðfelagarnir hava nógv at verja. Horsens er oddalið í næstbestu deildini, og hesa ferð ætla teir sær at halda tørn um tann sessin. Horsens var eisini oddalið fyri einum ári síðani, men tá megnaðu teir ikki at halda tørn um uppflytingarsessin, tá ið kappingin var komin inn í endaspurtin.
Síðsta leygardag var Horsens í Hamburg. Teir spældu ímóti næstbesta liðnum hjá HSV. Sambært heimasíðuni hjá Horsens, so sást tað væl, at týskararnir vóru komnir longri í fyrireikingunum til seinna partin av kappingarárinum, enn danskararnir vóru komnir. HSV vann 2-0, men tað var ikki fyrrenn heilt stutt undan leikloki, at teir staðfestu sigurin, eftir at teir í 1. hálvleiki høvdu lagt seg á odda.
Johan B. Hansen var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Hann var í høgra verjuborði. Í dag fara teir í Horsens til Spania á venjingarlegu. Har skulu teir vera í eina viku, og teir skulu halda til í Cadiz. Mánadagin skulu teir spæla venjingardyst ímóti Randers, sum teir í fjør kappaðust við um uppflyting. Randers er nú í superliguni, og í vár skulu teir stríðast fyri at varðveita tað plássið.
Andrew vann á Skytte
Síðsta leygardag vann Fremad Amager við Andrew av Fløtum á liðnum á heimavølli venjingardyst 3-1 ímóti Kalundborg. Tað serliga við Kalundborg er, at fyrrverandi B68 og HB venjarin og fyrrverandi venjarin hjá næstbesta Fremad Amager liðnum, Frank Skytte, nú hevur ábyrgdina av Kalundborg.
Andrew av Fløtum syrgdi við innleggi úr vinstru fyri upplegginum til fyrsta málið. Tá var eitt stórt korter farið.
Ein av álopsfeløgunum hjá Andrew av Fløtum í Fremad Amager eitur Thomas Myssing. Í síðstu viku varð hann knæskaddur. Nú er staðfest, at hann hevur slitið krosslandið, og tað verður ikki roknað við, at hann verður førur fyri at spæla fótbólt næstu 8-10 mánaðirnar.
Frem við Jón Róa Jacobsen og Jónas Þór Næs í hópinum spældi síðsta leygardag venjingardyst ímóti Lyngby við Christiani Lamhauge Holst á liðnum. Frem vann 2-1.