Ta_ er framvegis gó_ur møguleiki fyri, at felagi_ hjá í hvussu so er einum føroyskum fótbóltsspælara ver_ur annar parturin í donsku steypafinaluni í fótbólti, sum ver_ur spæld í Parkini Kristi Himmalfer_ardag.
Mikukvøldi_ spældu og stríddu Horsens og Johan Byrial Hansen seg í hálvfinaluna. Ta_ gjørdu teir vi_ 3-1 sigri á AGF. Hóast Horsens er oddali_ í næstbestu deildini, so var ta_ óvænta_, at teir sigra_u. AGF er á fjór_a plássinum í superliguni, men mikukvøldi_ megna_u teir ikki at fáa naka_ burturúr.
Johan Byrial Hansen slerdi sigurin rimmar fastan, tá i_ ta_ resta_u tveir minuttir av hálva tímanum, sum ta_ var ney_ugt at spæla eyka. Máli_ skora_i verjuspælarin í snarálopi, eftir at AGF stø_ugt hev_i tr_st fyri at javna 2-1 lei_sluna, sum Horsens hev_i fingi_ í 112. minutti.
AGF leg_i seg á odda vi_ brotssparki, sum Stig Tøfting umsetti í 1. hálvleiki. Tveir minuttir eftir ste_gin javna_i Horens máverjin, Søren Jochumsen, vi_ brotssparki. So tr_sti og tr_sti AGF fyri at fáa sigursmáli_, men Horsens vardi væl, og teir vóru eisini hepnir. Tveir minuttir undan at vanliga leiktí_in var li_ug, misti AGF ein mann, og ta_ var_ ivaleyst avgerandi fyri endaliga úrsliti_ í longdu leiktí_ini.
Fótbóltsli_i_ í Horsens hevur altí_ veri_ nevnt Den gule fare, og ta_ kann ikki sigast anna_, enn at Johan B. Hansen og li_felagarnir mikukvøldi_ livdu upp til hetta hugtaki_.
FCM vann 3-0 á útivølli móti Ølstykke, sum spælir í 1. deild. Fyri superligufelagi_ skora_i Mohammed Zidan tvey mál.
Tvær fjór_ingsfinalur ver_a ikki spældar fyrrenn 6. mars. Tær eru Fremad Amager-FCK og Skjold-Brøndby. Tær vór_u ikki spældar í fyrrakvøldi_, tí bæ_i Brøndby og FCK í gjárkvøldi_ skuldu spæla í n_ggju nor_urlendsku kappingini, Royal League.