Hittfabrikkin hjá Jóhan og Rakul Dalsgaard stendur ikki still, nú hava tey gjørt enn eitt videolag, tað er sangurin “Sit (Verð eitt sindur longir)”.
Sangurin er ein føroyskan av lagnum Stay, hjá Maurice WIlliams. Sangurin kom sambært Jóhan út í 1960 og var skrivaður av 15 ára gamla Maurice Williams. Sangurin stendur í Guinness rekordbókini fyri at vera verðins stytsti nr. 1 sangur. Nú er hann so tøkur á føroyskum.
Jóhan lýsir sangin soleiðis:
- Genran er Du Wop, har kórið syngur tað mest innviklaða, meðan skrappi sangarin fær alla æruna. Drongurin skrivaði sangin eftir at ein genta, sum hevði vitja hann, skuldi heim, tí klokkan var 10.
- Sangarin syngur øll tey bleytu, bønandi tingini, meðan kórgenturnar syngja tað, sum hann hugsar, og sum eru hunda-komandoir: Sit - Ti - Verð - Far í kurvina og legg teg og annað tílíkt.
- Um eg hevði gjørt eina tekning av synginum, so hevði eg teknað ein sjeik sum lá á knæ framman fyri einari mega Steik, meðan skuggin vísti ein mann sum hevði eina Babe í hundareim, greiður Jóhan frá.
Hoyri sangin omanfyri.