Dagfinn Olsen
myndir: Álvur Haraldsen
Johan Lisberg í Vági vann fríggjakvøldið tann stóra vinningin uppá 345.000 kr., tá hann snaraði Gekkahjólinum. Og hann snaraði væl, tí hann kom á krússapott og bæði reyða og bláa Gekkin.
- Fyri at vera heilt ærligur, so fór eg eftir tí stóra vinninginum. Fyrst kom eg á krússapottin og so á reyða Gekkin við 20.000 krónum. Tað var eitt sindur ringt, men so hugsaði eg, at eg fekk ongantíð slíkan møguleika aftur í lívinum, og so segði eg alle gode gange tre við Rudolf, og so snaraði eg, greiðir Johan frá.
- Fleiri hava sagt, at tey hildu meg vera blivnan býttan, at eg helt á at snara, men eg hugsaði, at henda møguleikan fekk eg ikki aftur, sigur Johan.
- Tað eydnaðist, hatta var rættiligt hattrik, sigur Johan, ið nærum hevur spælt við í Gekkaspælinum hvørjaferð.
- Satt at siga, so segði eg við konuna, at eg tímdi ikki at spæla Gekk meira. Hon hevði so keypt ein Gekk til sonin, men hann tímdi ikki at spæla, so eg spældi so ístaðin. Tað gekk skjótt, eini 6 ella 7 tøl komu á rað og so vóru bert 2 eftir, sigur Johan Lisberg, ið síðani ringdi inn, men tað var upptikið fyrstu ferð, so hann royndi aðru ferð og kom ígjøgnum.
- Men vikan hevur verið spennandi. Eg havi ikki roykt so illa í lívinum og tvær tær síðstu næturnar svav eg lítið av berum spenningi, sigur Johan.
Á reólini í stovuni stendur stóri kekkurin við teimum 345.000 krónunum og hann skal rammast inn, sigur Johan.
Fólk vitja innar alla tíðina og telefonin gongur heit, tí fleiri vilja heilsa hepna gekkaspælaranum tilluku.
Fýrverkarí
Tá Johan og konan Kirstin komu til Vágs leygarkvøldið, høvdu familja og børnini Randi og John gjørt klárt til móttøku.
Familja og kenningar vóru komin saman og fýrverkarí varð sent upp, tá Johan og Kirstin komu til hús.
- Tey høvdu fyrireikað eitt sonevnt ?surprise-party?, sigur Johan, ið enn ikki hevur avgjørt, hvat peningurin skal nýtast til.
- Tað eru nóg mikið av holum at tippa, flennir Johan. Men okkurt kanska skal gerast við húsini, heldur Jóhan, ið ikki beinleiðis hevur hugsað um at fara at ferðast, men tað kanska ikki er ógjørligt, at ein kundi boðið familjuni at ferðast, men tað kemur ikki í fyrstu røð, sigur Johan, ið enn sigur seg hava bæði beinini á jørðini.
Ikki vanur at spæla
Johan sigur seg framvegis ætla at spæla Gekk, tí nú má smíðast, meðan jarnið er heitt, skemtar Johan, ið eisini sigur seg ætla at vinna í Happadráttinum.
- Men annars eri eg ikki vanur at spæla. Onkutíð í V4, men ymiskt annað, t.d. Lotto ella at tippa, tað havi eg ongantíð gjørt, sigur Johan.
Johan hevur heldur ikki ætlanir um at skifta bilin út.
- Fleiri siga, at nú er bilurin so gamal, so ein nýggjur skal keypast. Sjálvur koyri eg ikki bil, men konan sigur, at bilurin skal ikki skiftast, hann skal koyra , til hann ikki orkar meira, sigur Johan, og hann er samdur við konuna í hesum.
Stóri kekkurin, ella Gekkurin, ið Johan skemandi kallar hann, skal so upp at hanga, tað er so avgjørt, um tað enn ikki er lagt heilt fast, hvat peningurin skal nýtast til.