Johan Nielsen skal venja Skála

? Nú havi eg í mong ár fingist við at venja lið, sum eru í ovara endanum, so eg gleði meg at síggja, hvat eg kann fáa burtur úr einum liði, sum hevur ligið í niðara endanum, sigur Johan Nielsen

Skála, sum hevði ikki færri enn tríggjar venjarar hetta farna kappingarárið, hevur nú sett ein fjórða mann í venjarastarvið næsta ár.
Johan Nielsen, sum nú gavst í Gøtu eftir tilsamans ellivu ára trúgva tænastu tænastu í felagnum, verður nýggjur venjari hjá Skála.
? Vit hava gjørt eina avtalu við Johan, og hóast vit ikki hava havt stundir til at skriva hana undir enn, kann eg vátta, at hann verður vernjari hjá okkum næsta ár, sigur Kurt Rasmussen, formaður í Skála Ítróttarfelag.
? Hetta eru vit sera glaðir fyri, tí Johan Nielsen er ikki hvør sum helst. Okkara vón er, at hann kann hjálpa okkum at fáa bygt felagið og kanska serliga 1. liðið upp.
Kurt nevnir, at Skála hevur eitt nú fleiri ungar og evnaríkar spælarar ? tríggjar á U19-landsliðnum og tveir á U17-landsliðnum ? so tað skuldi verið framtíð í tí tilfeingi, felagið hevur.

Gleðir seg
Sjálvur sigur Johan Nielsen, at hann gleðir seg til nýggju uppgávuna á Skála, sum kanska verður nakað øðrvísi, enn hann er vanur við:
? Nú havi eg í mong ár fingist við at venja lið, sum eru í ovara endanum, so eg gleði meg at síggja, hvat eg kann fáa burtur úr einum liði, sum hevur ligið í niðara endanum, sigur hann.
? Eg vildi hava nakrar ordiliga avbjóðingar, og tað meti eg meg at fáa á Skála. Umstøðurnar har eru góðar ? kanska enn betri enn í Gøtu ? so eg gleði meg at sleppa til arbeiðis.
Nógvar gitingar hava verið um, hvar Johan fór at vera venjari komandi kappingarár, men hann sigur, at nú hann skuldi taka avgerðina, vóru bara tvey feløg eftir, Skála og so EB/Streymur, sum í fyrradagin tryggjaði sær framhaldandi sæti í bestu mansdeildini.
? Eg kundi heldur ikki bíða longur, tí eg mátti jú hava eitt arbeiði, sigur hann.

Óvissa um spælarar
Hvussu verður við teimum spælarum, sum í hesum kappingarárinum komu til Skála, er ikki greitt enn, og tað er eisini nakað, nevndin saman við venjaranum skal taka støðu til.
? Eg rokni við, at vit mugu arbeiða við tí fólkinum, sum er, tí nú er so langt útliðið, at neyvan eru nógvir spælarar, ið ikki longu hava gjørt avtalur við okkurt felag, heldur Johan Nielsen.
Teir báðir rumenarnir, sum hava spælt við seinna partin av kappingarárinum, eru mánaðin út á Skála, har teir eisini hava arbeiði. Sum skilst fer ein hurð at standa upp á glopp fyri teimum, tá teir fara heim um tvær vikur.
Herfyri skrivaðu vit, at Dánial Hansen hevur gjørt avtalu við B68, men tað kenna skálamenn einki til, og heldur ikki er greitt, hvussu verður við øðrum føroyskum spælarum, ið ikki hava sínar røtur á Skála.
? Men hvussu verður og ikki, so hava vit nógv og gott fólk í felagnum, umframt at vit vóna, at tað kanska kann virka sum ein magnetur, at vit nú hava fingið Føroya besta venjara, sigur Kurt Rasmussen.