Seinastu tíðina hevur tað verið ógvuliga avmarkað við spælitíðini hjá Johan Troest Davidsen, sum er sáttmálabundin at enska Everton.
At spæla dystir man annars vera tað, sum liggur einum ungum yrkisspælara næst, og tí hevur Johan saman við umboðsmanni sínum, Jákup í Stórustovu, roynt at vita, hvørjir møguleikar eru at taka til í verandi støðuni.
Ein av hesum er ein samstarvsavtala, sum danska FC Midtjylland og Everton hava um talentmenning, og fyribils tykist hendan vera tað, sum skal geva unga eysturoyinginum nakað av luftskifti.
Í øllum førum er Johan í løtuni hjá FC Midtjylland, har hann tær tríggjar komandi vikurnar skal venja, og so er spurningurin, hvat meira spyrst burturúr.
- Tað einasta eg fái sag tí løtunii er, at Johan nú er í Herning. Har skal hann so verða í tríggjar vikur, og so fáa vit at síggja, hvat meira hendir í málinum. Men tað verður neyvan soleiðis, at hann verður seldur til danska felagið. Johan er framvegis sáttmálabundin í Everton, men kann ein leiguavtala fáast í lag, sum kann vera spælaranum at gagni, so er hetta sjálvandi nakað, sum vit vilja arbeiða víðari við, sigur Jákup í Stórustovu.