Minnilutapartaeigararnir í Atlantsflogi fáa ikki framíhjárætt til at fáa vinningsbýti.
Tað er greitt eftir aðalfundin í felagnum í kvøld.
Á aðalfundinum hevði Adrian Noskwith sett fram uppskot um, at minnilutapartaeigararnir í Atlantsflog skuldi fáa framíhjárætt, tá ið vinningsbýtið verður lutað úr felagnum.
Hann var ein av teimum stóru keyparunum, tá ið ein triðingur av Atlantsflogi varð einskildur. Hann keypti 5,7% av partabrøvunum og er sostatt størsti privati partaeigari og á aðalfundinum í dag varð hann umboðaður av Eyðfinni Jacobsen, løgfrøðingi og Parker Donham.
Adrian Noskwith følir seg snýttan av landsstýrinum, tí hann sigur, at hann keypti partabrøvini í Atlantsflogi upp á tað, at tað, ið eftir var av flogfelagnum, eisini skuldi einskiljast.
Men tað er ongantíð hent og tí heldur hann, at hann hevur keypt partabrøvini undir skeivum fortreytum.
Hann keypti partabrøvini fyri kurs 261, men í dag kursurin 135-140 og tað er lítil og ongin handil við partabrøvum.
Samstundis hevur landið boðað frá, at teir báðir síðstu triðingarnir verða ikki seldir og sostat kunnu privatu partaeigararnir ongantíð koma at eiga meiri enn ein triðing.
Fyri at økja um virðið á partabrøvunum skeyt Adrian Noskwith tískil upp, at privatu partaeigararnir skulu fáa fram í hjárætt til vinningsbýti og útluting í sambandi við avtøku.
Men uppskotið var ikki nær ínámind av at vera samtykt.
Ein atkvøða var ímóti, men tá ið tað var nettupp Johan Dahl, sum eigur tveir triðingar av felagnum, fall uppskotið við einum braki.
Tilsamans atkvøddu partabrøv fyri 876.503 krónur og tað er 84,7% av øllum partabrøvunum.
Ein atkvøða var blonk, hon umboðaði 23.400 krónur av partapengunum.
21 atkvøður vóru fyri og tær umboðaðu 159.653 krónur av partapengunum.
Og ein atkvøða var ímóti. Hon umboðaði 693.450 krónur av partapengunum, og tað var nettupp atkvøðan hjá Johan Dahl, sum umboðaði landsstýrið, ið eigur tveir triðingar av felagnum
Á myndini er tað Eyðfinnur Jacobsen, løgfrøðingur, vinstrumegin, og Parker Donham, sum umboða størsta minnilutapartaeigaran, og sum eisini vóru í minnuluta á aðalfundinum.