Jóhan skoraði fimm, Vilhelm fýra og Elias trý mál í seinasta umfarinum

Talan var um seinasta dystin hjá Jóhan á Plógv Hansen fyri Flensburg-Handewitt

Liðini hjá Jóhan á Plógv Hansen, Vilhelmi Poulsen og Eliasi Ellefsen á Skipagøtu spældu eisini seinastu dystirnar í bundesliguni í dag.

 

Jóhan spældi á heimavølli í Flens Arena sín seinasta dyst fyri Flensburg-Handewitt. Komandi kappingarár verður Jóhan saman við Óla Mittún í GOG, og Paula Jacobsen í HØJ at finna í bestu donsku hondbóltsdeildini. Jóhan fer at spæla við Skanderborg.

 

Flensburg vann í málríkum dysti 40-37 á Hamburg. Tað lá serliga væl fyri hjá heimaliðnum í fyrra hálvleiki. Flensburg var frammanfyri 21-15 í steðginum. Í sínum seinasta dysti fyri Flensburg skoraði Jóhan fimm mál upp á sjey málroyndir. Við Flensburg eydnaðist tað tvær ferðir Jóhan at vinna EHF European League. 

 

Flensburg endaði fimtfremst í deildini við 47 stigum. 

 

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf fingu á útivølli av at vita í dystinum móti Gummersbach. Heimaliðið vann sannførandi 39-29 (20-15). Tað gekk tó væl hjá Vilhelmi, ið skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir. 

 

Hannover, ið leingi var frammi í oddinum í bundesliguni fekk slakari úrslit móti kappingarenda, og teir endaðu á einum sætta plássi við 44 stigum. 

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel endaðu kappingarárið við einum teprum 36-35 (20-15) sigri á Eisenach. Elias skoraði trý mál upp á tríggjar málroyndir, og hann legði upp til tvey mál.

 

Í sigursvanda Kiel eru tey ikki nøgd við at enda á fjórða plássinum við 51 stigum. Stóri sólarglottin var tó, at Kiel gjørdist týskur steypavinnari hetta kappingarárið.